Mentan

Naddoddur setti kós móti Noreg í gjár

.

Savnsmynd.

Savnsmynd.

2024-08-25 09:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sonni Smith skrivar:

Um 3-tíðina seinnapartin í gjár, leygardagin 24. august, legði seksæringurin hjá bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri frá landi við teimum seks, sum er manningin: fýra úr Sveis, ein úr Meksiko, sum býr í Orlando í Florida, USA, og Livar Nysted úr Hvannasundi.

Ferðin varð útsett fleiri ferðir fyri ófantaligt veður, men endiliga varð hælurin høgdur í lágtrýstið, og báturin fór avstað, tá ið Bergur, formaður, hevði takkað manningini og hjálparum hjá felagnum Naddoddi og sagt, at hann og øll, ið her vóru komin saman, vóru errin av manningini á Naddoddi.

Teir róðu Naddodd út frá, og meðan teir róðu hesa hátíðarløtuna, ið rørdi mannfjøldina so mikið, at har var mest sum tøgn á Tangabrúnni, ljómaði trompetin hjá Tróndi Enni um fjørðin við lagnum til sálmin "Eg skar mítt navn" úr bátinum hjá Enni-feðgunum. Hesin báturin og tann hjá bátasmiðinum, Johan Olsen, ið smíðaði Naddodd í 1997, fylgdu seksæringinum út um fjarðarmunnan. Hann setti seglini úti við Lítla Holm.

Longu stutt eftir, at Naddoddur undir fullum seglum var komin út um fjarðarmunnan, sendi okkara Livar Nysted eitt filmsbrot úr bátinum. Livar hin Royndi boðaði frá, at veðrið var gott. Tey høvdu góðan byr, og ferðin lá um 5-6-7 míl. Tað er gott at vita, og hiðani verður ynskt báti og manning góða ferð og góðan byr til Trondheim í Norra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder