
Tey fýra toymini, sum vóru undangóðkend til luttøku í kappingini, vóru hesi:
- AFRY Danmark A/S saman við Gottlieb Paludan og Advansia
- Henning Larsen NA saman við LBF, PBC og Rambøll
- SMJ saman við Kontrast Arkitektar, Zeso Arkitekter, Spenn og Niras
- SNA saman við LBF, PBC og Cowi
Frá hesum fekk Vága Floghavn fýra sera ymisk og samstundis ógvuliga spennandi uppskot til nýggja farstøð.
Nevndarforkvinnan í Vága Floghavn, Birita Sandberg Samuelsen, takkaði toymunum fyri luttøkuna. Síðani legði hon fram grundgevingarnar hjá dómsnevndini og kunngjørdi vinnaran, sum var SMJ sum høvuðsráðgevi, saman við undirráðgevunum Zeso (DK), Kontrast (FO), Spenn (FO) og Niras (DK).
Farið verður nú undir samráðingar við SMJ toymið um sáttmála, við tí endamáli, at projekteringin kann fara í gongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald