2026-03-22 16:41
Á Giljanesi vann SÍ vann í dag føroyameistaraheitið í Hotel Djurhuus-deildini eftir 3-2 sigur á Mjølni, sum hevði vunnið tvey tey fyrstu settini og sá út til at fara at tvinga SÍ til at spæla eina triðju og avgerandi finalu í Klaksvík. Men SÍ reisti seg og javnaði til 2-2 í settum og vann síðan javnbrótaran 15-12.
Tað var eisini SÍ sum legði betur fyri í dystinum og fór framum 8-1 og 15-8 í fyrsta setti, og tá bendi lítið á, at Mjølnir skuldi koma afturíaftur og hótta við at vinna dystin. Men tað gjørdi Mjølnir, sum javnaði til 19-19, og síðani yvirlivdi tríggjar settbóltar, áðrenn tær vunnu settið 28-26.
Annað sett var næstan øvut av tí fyrra, men tó við sama vinnara. Mjølnir var á odda 11-5 og 18-12, men SÍ fór framum 21-20. Mjølnir kom seg tó og vann settið 25-23.
Tað sá gott út hjá Mjølni, tá tær løgdu seg á odda 6-3 í triðja setti, men SÍ javnaði til 10-10, og fór framum 16-10 og vann síðan 25-20.
Í fjórða settinum vann SÍ sær tíðliga greiða yvirvág, áðrenn settið varð vunnið 25-17.
Í javnbrótaranum gekk skjótt. Janna Falkvard servaði sum ein brandur, og Mjølnir megnaði ikki at leypa á, og brátt var SÍ á odda 7-1, áðrenn støðan gjørdist 14-7.
FM-gullið var næstan komið í hús, men Mjølnir gjørdi tó ein síðsta vørr við góðum servum frá Nicolu Toftegaard, sum gjørdi sær dælt av gummiørmunum hjá SÍ hesa løtuna. Mjølnir kom heilt upp á 12-14, men so segði 14 ára gamla Anna Katrina í Haraldstovu, at nú er nóg mikið, áðrenn hon hamraði sætta dystarbóltin oman í krókin til 15-12, og so var SÍ føroyameistari fyri sættu ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald