Fyrrapartin í dag fóru vit umborð á danska skipið Niels Juel, sum tekur lut í stóru NATO-flotavenjingini, sum er í hesum døgum. Við í venjingini eystanfyri Føroyar vóru Niels Juel, Vædderen, Mecklenburg-Vorpommern og Brimil.
Fríggjadagin í síðstu viku byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2023 í Tróndheimi.
Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO sum verjusamgongu at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðanífrá.
Tilsamans 14 skip, fýra kavbátar og seks flogfør taka lut í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Póllandi, Niðurlondum, Spania, Portugal, Norra, Íslandi, Danmark, Kanada, Fraklandi og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald