2023-03-26 20:05
Tað var mánadagin at fyrstu skipini í einum minuruddarabólki undir NATO, Standing NATO Maritime Mine Countermeasure Group One, komu á Havnina.
Talan var um seks skip, sum komu á Havnina mánadagin og týsdagin. Fimm av skipunum settu í gjár kós vestur í hav.
Um 10 tíðina í morgun loysti tað seinasta skipið av Havnini, og hevur tað verið vestanfyri í allan dag.
Vit vóru ein stimtúr seint seinnapartin. Tá var skipið við navninum "NATO WARSHIP M351" undir Trælanípu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald