2025-06-10 19:11
Klokkan 14:12 seinnapartin í dag setti eitt flogfar seg í Vágum við Kongshjúnunum og yngru dóttur teirra. Tey fóru á flog aftur við tyrlu lítla løtu seinni, tá ið leiðin gekk út til Koltur.
Rescue Lív var eftir teimum í Koltri, og sigldi tey til Miðvágs. Kongaskipið Dannebrog hevur verið á Miðvági síðani leygardagin.
Í morgin byrjar almenna vitjanin hjá teimum. Tað er løgmaður ið er vertur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald