2024-06-10 07:35
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinastu dagarnar hevur ferðamannaskipið Island Sky verið í Føroyum. Fyrst í Havn leygardagin og í gjár var vitjað í Vestmanna.
Island Sky er 90 metrar langt, og 14 metrar breitt. Skipið var tikið í sigling í 1992. Skipið er heimahoyrandi á Bahamas. Pláss er fyri 112 ferðandi.
Tað er Tor Shipping ið umboðar skipið í Føroyum, og MB Tours ger útferðir við teimum ferðandi.
Island Sky er tað næsta ferðamannaskipið, sum vitjar á Miðvági í ár. 28. mai var Sea Spirit á Miðvági.
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald