Leygarkvøldið fóru Hákun Fríði Debes, Petur Elias Debes og Niklas Lyngvej til gongu úr Gásadali á Víkar. Teir yvirnáttaðu á Víkum.
Sunnumorgunin fóru teir til gongu eftir teimum báðum tarvunum, sum hava gingið á Víkum í summar. Tarvarnir vóru vestri á Barðinum, og fóru teir í gongd við at reka teir móti Nýggjurð.
Tað gekst illani at fáa teir gjøgnum urðina, so máttu teir venda við aftur. Teir róku teir so vestur aftur í húsið, og fingu teir bát úr Kvívík, at koma eftir sær.
Tarvarnir blivu dripnir á Víkum, innvølin koyrdu teir burtur. Tarvarnir blivu so parteraðir, og blivu síðani fingnir umborð á kvívíksbátin, sum sigldi teir til Vestmennar.
Tá ið komið var til Miðvágs sunnukvøldið, blivu tarvarnir flettir lidnir, og kjøtið koyrt í hjallin.
Tarvarnir vigaðu 633 og 675 pund.
Hákun Fríði leggur afturat, at hóast alt var hettar ein fantastisktur túrur við góðum veðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald