Fyrrapartin í gjár kom Hav Leiti á Søldarfjørð. Hav Leiti er fyrsti nýbygningur hjá Navigare Shipping, sum hátíðarheldur 60 ára stovningardag í ár. Hav Leiti er sostatt ein týðandi varði í menningini hjá felagnum.
Hav Leiti er eisini eitt stórt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Við tað, at skipið flytir størri nøgdir og hevur minnið olju nýtslu, verður útlátið fyri hvørt flutt tons munandi lægri samanborið við onnur skip hjá reiðarínum.
Hav Leiti er fyrsti av fýra nýbygningum, sum felagið hevur gjørt sáttmála um at byggja. Hini skpini verða leverað seinni í ár og í komandi ár.
Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur betri møguleikar at bjóða kundum burðardyggan flutning, umframt at umstøðurnar hjá sjófólkunum verða munandi betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald