2025-03-20 22:46

Javnbrótari skuldi til fyri at finna vinnaran í fyrstu FM finaluni hjá kvinnum, sum varð spæld á Giljanesi í kvøld. Leygardagin verður onnur finalan, og vinnur Fleyr aftur tá, er Fleyr føroyameistari. Vinnur SÍ, so verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi.
Eftir at Fleyr hevði verið á odda fyrstu løtuna í fyrsta setti, vann SÍ fimm stig á rað og legði seg á odda 16-10, og Fleyr tóktist vera um ein háls, og brátt hevði SÍ vunnið 25-17.
Gongdin í øðrum setti var nakað tann sama, men við øvutum forteknum. SÍ var á odda fyrsta partin av settinum, men so hvørt sum blokkurin hjá Fleyr styrknaði, komu stigini eisini til teirra, og Fleyr fór frá 8-10 upp á 16-12. SÍ svaraði tó aftur og javnaði til 18-18 og 20-20, tá Fleyr aftur fekk yvirtakið og vann settið 25-21.
Triðja settið var púra javnt, og liðini skiftust um at vera á odda, men ongantíð við meira enn tveimum. Soleiðis gjørdist støðan 23-23, tá Fleyr fekk settbólt. SÍ yvirlivdi og fekk sín egna settbólt við støðuna 25-24, men Fleyr svaraði aftur og vann næstu tríggjar bóltarnar og settið 27-25.
Fjórða sett má fyrst og fremst kallast margháttligt. SÍ var aftanfyri 3-5, men vann 12 stiga á rað og legði seg á odda 15-5. Tá átti ikki spenningur at komið í aftur, men løtu seinni var javnleikur 17-17. Støðan bleiv eisini 20-20, tá ið SÍ gjørdi bart og vann settið 25-21 við blokki frá Saritu Mariu Lorenzen.
SÍ fekk flúgvandi byrjan í javnbrótaranum og legði seg á odda 5-2 og 9-6. Tá Fleyr nærkaðist, svaraði SÍ aftur og legði seg á odda 11-8. Men Fleyr bardist framvegis og javnaði til 13-13. SÍ tók leikbrá, men tað steðgaði ikki Fleyr, sum fekk dystarbólt, og hann vann Fleyr við serviessi frá Anju Danielsen.
Skal SÍ verða føroyameistari, so skal SÍ gera tað sama sum Dráttur gjørdi í fjør, tí Dráttur varð fyrsta lið nakrantíð at gerast føroyameistari, eftir ikki at hava vunnið fyrsta finaludystin. Tað slagið fer at standa í Høllini á Hálsi leygardagin kl. 13 tá Fleyr og SÍ aftur møtast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald