Politikkur

Myndir: Framtíðar flogið í Vágum

Í kvøld var alment tiltak í Marghøllini í Sørvágs skúla, sum Fólkaflokkurin skipaði fyri.

2024-04-15 23:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað vóru um 200 fólk samlaði í Marghøllini í Sørvágs skúla í kvøld til tiltakið "Framtíðar flogið í Vágum".

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, bjóðaði vælkomin.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, legði fram um ferðslu, útlit, framtíðarætlanir og útbyggingar.

Birgir Nielsen, stjóri í Farcargo, legði fram um, hvussu tað er at vera fyrsta farmaflogfelagið í Føroyum, og hvussu hevur gingist.

Jórunn Gudmundsen, spældu nøkur løg.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, greiddi frá virkseminum og framtíðarætlanunum í felagnum.

Hans Erik Jakobsen, Head of Training í Atlantic Airways Aviation Academy, legði fram um AW139 og A320 verkætlanina.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder