Politikkur

Myndir frá Fiskivinnutinginum

Í gjárkvøldið var árliga Fiskivinnutingið í Klaksvík í sambandi við Sjómanna­dagin í Klaksvík.

2023-08-17 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Fitt av fólki var møtt upp á Skúlatrøð til Fiskivinnutingið, sum í ár varð fyriskipað av Føroya Fiskimannafelag. Høvuðsevnið á fundinum er orðað sum ein spurningur: Ber ðtil at virðisøkja fiskatil­feingið meira, enn gjørt verður í løt­uni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?


Tríggjar framløgur vóru

  • Sigurjón Árason, yvirverkfrøðingur á Matís og professari á Háskóla Íslands: Virðisøking – royndirnar í Íslandi - hann var staddur í Íslandi, so framløgan var yvir netið-.
  • Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum: Virðisøking og fjøltáttan av búskapinum í samfel­ags­búskap­ar­ligum høpi – fyrimunir, møguleikar og avbjóðingar
  • Ben Arabo, stjóri í Framtaki: Fígging av nýggjum/innovativum framleiðslum


Pallborðsorðaskifti

Pallborðið var mannað við umboðum fyri politisku flokkarnar á tingi. 

Fólkaflokkurin: Árni Skaale
Sambandsflokkurin: Johan Dahl
Javnaðarflokkurin: Uni Holm Johannesen
Tjóðveldi: Dennis Holm
Framsókn: Árni M. Dam
Miðflokkurin: Steffan Klein Poulsen

Eftir inn­­leiðandi um­farið var orðaskifti

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder