Mugu raðfesta íløgur í eldraøkið næstu árini
Umraðfestingar á íløgusíðuni verða neyðugar frameftir. Talið av 80+ ára gomlum nærum tvífaldast fram til 2040, og hesin aldursbólkurin er vanliga tann, ið er mest røktarkrevjandi. Sostatt verður neyðugt at fremja íløgur, ið kunnu verða við til at effektivisera og rationalisera eldrarøktina.
Umraðfestingar á íløgusíðuni fara at verða neyðugar frameftir. Mynd 1 vísir útreiðslur til íløgur (kapitalútreiðslur eru útreiðslur til íløgur). Á myndini sæst, at posturin ‘búskaparviðurskifti’ er nógv tann størsti. Posturin búskaparviðurskifti fevnir millum annað um alt, ið hevur við undirstøðukervið at gera, tað vil siga bæði sjóvegis og á landi, byggivirksemi, landbúnað og fiskivinnu. Umframt at vera størsti útreiðsluposturin, eru íløgurnar innan búskaparviðurskifti eisini tær íløgur, ið eru øktar mest í tíðarskeiðinum í krónum og oyrum. Á myndini sæst eisini, at íløgur í almannamál, har eldraøkið er ein partur, ikki fylla so nógv (grøni liturin).
Í mynd 2 sæst, at talið av 80+ ára gomlum nærum tvífaldast fram til 2040 til áleið 4.500, og nærkast 6.500 í tali í 2062. Talið av 90+ ára gomlum, tvífaldast eisini fram til 2040, og táttar í 1.700 fólk í 2062. Aldursbólkurin 80+ er vanliga tann, sum er mest røktarkrevjandi. Sostatt verður neyðugt at fremja íløgur, ið kunnu verða við til at effektivisera og rationalisera eldrarøktina. Neyðugt verður við íløgum í størri ellis- og røktarheim, umframt útbygging av eldraøkinum, sum í nógv størri mun fevnir um eldraíbúðir komandi árini.
Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald