Politikkur

Mugu gevast at brúka og blaka burtur

Halda vit áfram við at nýta náttúrutilfeingi eins og vit gera í dag, so fara vit at hava tørv á trimum klótum í 2050. Náttúrutilfeingi er ikki endaleyst, og tað eri ikki haldført áhaldandi at økja framleiðsluna av nýggjum lutum úr nýggjum tilfari, ið eftir stutta tíð verður brent ella tyrvt.

2024-07-03 21:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur tí sent nýggjar reglur fyri burturkastøkið í hoyring.

Tað nýggja við kunngerðaruppskotinum í mun til galdandi kunngerð er, at hon setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til ringbúskap við meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu. Burturkast skal skiljast í stórri mun, eisini við hús, og handfarast sambært burturkaststiganum. Tað merkir, at vit fyrst og fremst skulu endurnýta, síðan endurvinna, orkuendurvinna og sum síðsti møguleiki beina burtur. Lutir kunnu einans fara niður í burturkaststiganum, um tað ikki er møguligt ella ráðiligt, sæð í mun til ringbúskap og útlát, at hava teir longri uppi í stiganum.

“Verkfallið fyri nøkrum vikum síðani vísti okkum millum annað, hvussu nógv rusk vit framleiða. Vit mugu skipa karmarnar og seta okkum mál fyri ringbúskapi, samstundis sum vit tryggja eina hugburðsbroyting millum fólk, stovnar og fyritøkur”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Fyri at avmarka okkara nýtslu av náttúrutilfeingi og minka um dálking og útlát, skulu vit brúka tilfeingið so nógvar ferðir, ið til ber, heldur enn at tyrva ella brenna tað. Vit skulu flyta okkum úr einum linjubúskapi, har vit troyta og blaka burtur, til ringbúskap, har vit avmarka okkara tørv á náttúrutilfeingi og endurnýta og endurvinna tað, ið vit framleiða.

Uppskotið til nýggja burturkastskunngerð kann síggjast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder