Mentan

Móttøka fyri Logos Hope

Hósdagin 27. august kom skipið Logos Hope á Havnina. Logos Hope er gamla Norrøna. Móttøka varð skipað fyri skipinum og til hátíðarhaldið helt Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, røðu..

2026-08-28 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í røðu síni segði hann millum annað soleiðis:

Í eini tíð við nærum óavmarkaðum streymi av upplýsingum er tað kanska meira viðkomandi enn nakrantíð at skilja ímillum tað, sum er satt, og tað, sum bara sær satt út.

Øll røðan kann lesast her.

Skipið Logos Hope vitjar í Føroyum inntil 6. september. Skráin fyri vitjanina kann lesast her.

Myndirnar eigur OM Føroyar.

Hvat er Logos Hope?

Logos Hope er heimsins størsti flótandi bókahandil og eitt heilt serstakt missiónsskip, sum OM (Operation Mobilisation) eigur og rekur.

Skipið er ein flótandi pallur fyri vitan, mentan, praktiskari hjálp, vón og trúgv

Umborð á Logos Hope eru øll vælkomin – uttan mun til bakgrund, lívsáskoðan ella aldur.

Hvat er endamálið hjá Logos Hope?
Logos Hope siglir úr havn í havn við einum greiðum endamáli: at luta vitan, hjálp og vón til allan heimin. Hetta hendir millum annað við at:

gera bøkur lættari atkomuligar fyri øll – tær verða seldar sera bíliga
stuðla og styrkja lokalsamfeløgini
eggja til útbúgving og persónliga førleikamenning
luta kristna boðskapin við hjálpararbeiði og við orðum
Skipið vitjar ofta smærri lond, oyggjasamfeløg og øki, har slíkir møguleikar annars eru avmarkaðir – men eisini størri býir, har nógv leingjast eftir meining og felagsskapi.

Les meira um Logos Hope her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder