Í kunningarskrivinum frá borgarstjóranum, ið bleiv sent til foreldrini fríggjakvøldið 2. juni 2023, kunnaði borgarstjórin um, at bygnaðarbroytingin er grundað á starvsfólkatrot í Sóljugarði.
Sum foreldur eru vit ørkymlaði um, hvussu ein so ógvuslig bygnaðarbroyting kann góðkennast av býráðnum, uttan at foreldur, foreldraráð ella starvsfólk eru blivin hoyrd fyrst. Hendan bygnaðarbroytingin fer at gera eitt sera stórt inntriv í gerandisdagin hjá mestsum øllum smábarnafamiljum í kommununi.
Til dømis kunnu nevnast hesar fylgjur:
- At stórur partur av børnunum í VK ikki fær sína dagligu gongd í sínari heimbygd og í sínum kenda og
heimliga umhvørvi;
- At systkin verða atskyld, sum nú hava sína dagligu gongd á sama stovni;
- At smábarnafamiljurnar í miðal missa 1 tíma um dagin av familjutíð;
- At VK leggur óneyðuga nógv trýst á smábarnafamiljurnar at fáa gerandisdagin at hanga saman;
- At flestu smábarnafamiljur mugu hava tveir bilar fyri at fáa puslispælið at ganga upp;
- At børnini mugu vera fleiri tímar á stovni vegna logistikkin;
- At tað ikki verður gjørligt hjá eldri systkjum at heinta yngri systkin;
- At tað verður mestsum ógjørligt hjá familjum at hjálpast at við at heinta børn hjá hvørjum øðrum;
- At tað verður mestsum ógjørligt spontant at taka vinfólk heim við sínum egnu børnum;
- At ferðslan eftir landsvegnum millum bygdirnar verður tarnað í háferðslutíð;
- At man fær nógv økta ferðslu í kommununi við væl hægri oljunýtslu, og er hetta beinleiðis í stríð við
tí grønu leiðina, ið kommunan ynskir at stremba eftir;
- At børnini ikki kunnu fara heim til føðingardag hjá hvørjum øðrum;
- At trýst verður lagt á parkeringsviðurskiftini, tí at nógv foreldur skulu avlevera børn á báðum
stovnum;
- At foreldur skulu til tvey jólahald, tvær Luciagongur, tveir garðdagar osfr. (dupult-funktiónir á øllum
økjum).
Undir felags virðisgrundarlagnum fyri barnaansingarøkið í VK stendur: ”Fyrst og fremst vilja vit samstarva við foreldrini, sum eiga og kenna børnini best, so dagurin verður so samanhangandi sum gjørligt.”
Tí kunnu vit ikki góðtaka tí fyrisitingarligu mannagongdina hjá kommununi, har okkara dagligdagur skal kollveltast so grundleggjandi við alt ov stuttum skotbrái, uttan at nakar av okkum er hoyrdur, og uttan at hetta yvirhøvur tykist at vera neyðugt at gera.
Vit eru óskiljandi um, hví kommunan ynskir at kollvelta tveir heilar stovnar, harav Miðgarður er vælfungerandi og partur av Sóljugarði eisini er vælfungerandi, fyri at loysa eitt starvsfólkatrot í Sóljugarði. Hví ikki leggja áherðslu á at loysa starvsfólkatrupulleikan í Sóljugarði?
Av nógvum hugsandi loysnum er hendan bygnaðarbroytingin uttan iva tann mest kollveltandi loysnin við stórst fylgjum fyri smábarnafamiljurnar í kommununi.
Vit krevja at kommunan vísir størri virðing fyri borgarunum í kommununi og tekur okkum upp á ráð, áðrenn avgerð verður tikin um eitt so grundleggjandi mál sum hetta, so vit í felag kunnu finna eina loysn, ið er til barnsins besta!
Vinarligast,
Ónøgd foreldur at smábørnum í Vága Kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald