2024-03-19 07:16
Tingfundurin byrjar kl.10, og lógaruppskotið er á skrá sum nr. 6. Væntandi kemur málið fyri aftaná døgurða.
Tit kunnu fylgja við á Tingvarpinum, hvussu leikur fer.
Men, vit vilja heita á øll sum stúra fyri avleiðingunum av hesi lógini, um at møta á Løgtingi, ella onkursvegna, og á ein sømiligan hátt, at gera vart við tykkara ónøgd.
Festarar, óðalsfólk, fjallfólk, skyldfólk, vinfólk: Nú mugu vit øll standa saman, og sannføra Føroya Løgting um tær vanlukkuligu avleiðingar hendan lógin fer at fáa, fyri føroyskan landbúnað og Føroya náttúru.
MØTIÐ FJØLMENT Í DAG!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald