Vágafólk, sum eru uppstillað til løgtingsvalið, eru boðin við. Møguleiki verður at seta teimum spurningar.
Vit vænta okkum ein hugnaligan morgun við sangi, práti og hugleiðingum.
Umleið kl. 11.30 fáa vit vitjan av demenskórinum Sangfuglar.
Tey, sum syngja við kórinum eru minnisveik. Nøkur avvarðandi og nøkur starvsfólk, sum arbeiða á ymsu stovnunum, har tey búgva syngja eisini við.
Jógvan Dahl og Jógvan við Keldu eru kórleiðarar, og Pætur við Keldu er klaverspælari. Stigtakari til kórið er Anna Petra Tórudóttir, hon er eisini samskipari í kórinum. Tey hava sungið úti um landið seinastu árini, so nú er túrurin komin til okkara.
Tey, sum hava hoyrt Sangfuglarnar syngja, siga, at tað var ein rørandi løta, so vit gleða okkum.
Annars skulu vit boða frá, at aðalfundurin hjá Vága Pensjónistafelag verður 15. apríl 2026 í Bygdarhúsinum í Miðvági.
Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 10 dagar fyri fundardagin.
Øll áhugað kunnu gerast limir í felagnum. Um tit vita onkran, sum hevur hug at koma í nevndina, eru til vælkomin at boða nevndini frá.
Á aðalfundinum bjóða vit øllum ókeypis døgurða við onkrum góðum omaná. Av hesi orsøk mugu tit siga frá á telefon 221432 um tit koma á fundin, í seinasta lagi mik. 8. apríl.
Vága Pensjónistafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald