
HSF: Bólkarnir:
Bólkur 1: Frakland, Kroatia, Kosovo, Finnland
Bólkur 2: Niðurlond, Sveis, Italia, Bosnia Hersegovina
Bólkur 3: Týskland, Slovenia, Norðurmakedonia, Belgia
Bólkur 4: Montenegro, Ísland, Portugal, Føroyar
Bólkur 5: Svøríki, Serbia, Ukraina, Litava
Bólkur 6: Spania, Eysturríki, Grikkaland, Ísrael
Nummar 1 og 2 koma víðari úr hvørjum bólki, umframt 4 av teimum bestu trý´arunum.
Føroyar hava ikki møtt Montenegro og Portugal áður, men vóru í bólki saman við Íslandi í seinastu EM-undankappingini. Tá vann Ísland 28-23 í Føroyum og 24-20 í Íslandi. Í EM-endaspælinum gjørdist Montengro nummar 8, Ísland nummar 16, Føroyar nummar 17 og Portugal nummar 22.
Fyrstu dystirnir í EM-undankappingini verða í viku 42, ávikavist á útivølli móti Íslandi 15. ella 16. oktober og síðani leygar- ella sunnudagin tann 18. ella 19. okotober móti Montenegro. Dystirnir móti Portugal verða í viku 10, meðan seinastu dystirnir móti Portugal og Montenegro verða í viku 15.
EM-endaspælið, ið verður leikt í døgunum 3. til 20. desember í 2026, hevur heili fimm vertsjóðir, Pólland, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkaland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald