Ítróttur

Mjølnir vendi 0-2 til 3-2 og vann sjeynda føroyameistaraheitið á rað

Polestar-deildin, 3. FM-finalan:SÍ – Mjølnir 2-3 (25-22, 30-28, 19-25, 20-25, 17-19)

2025-03-27 22:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kanska minniligastu finaluni nakrantíð vann Mjølnir fimta settið 17-19, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í settum og havt tveir dystarbóltar ímóti sær í javnbrótaranum, eftir annars at hava verið á odda 12-6 og 13-8.

Mjølnir var nakað trilvandi í fyrsta setti, og SÍ legði seg á odda 11-4, áðrenn Mjølnir kom fyri seg. Munurin minkaði niður í 19-20 og 22-23, men so brast servan hjá Mjølni í netið, og settbóltin vann SÍ, tá smassjið frá Phil Freere fór út av baklinjuni.

Mjølnir gjørdi tað aftur trupult fyri seg sjálvt fyrstu løtuna í øðrum setti, og SÍ legði seg á odda 11-5, áðrenn Mjølnir fótaði sær, men so gekk eisini skjótt, og Mjølnir javnaði til 15-15 við risablokki frá Vuc Ilic. Mjølir fór eisini framum 22-19, men SÍ javnaði til 22-22 við lobbi frá Hjørti Joensen. Restin av settinum snúði seg ikki minst um sálarfrøði, men við sætta settbóltinum eydnaðist loksins SÍ at vinna 30-28 við smassji frá Eliasi Ellingsgaard Petersen.

Mjølnir var við aftur í dystinum eftir at hava vunnið triðja sett heldur lættliga. Mjølnir legði seg á odda 8-4, og SÍ megnaði ongantíð at fáa samband aftur, og so kundi Alian Peneault prika ein leysan bólt á miðjuni og gera tað til 25-19 til Mjølnir.

SÍ sá út til at hava fingið fatur á rætta endanum aftur, tá tað bleiv 11-8 í fjórða setti, men endin kom tó um skrúvuna, og so vann Mjølnir næstu níggju bóltarnar og legði seg á odda 17-11. SÍ gjørdi ein vørr og kom upp á 19-21, men Mjølnir svaraði aftur og vann settið 25-20.

Mjølnir hevði havt sálarligu yvirvágina síðan triðja sett, og hetta helt fram í javnbrótaranum har Mjølnir legði seg á odda 5-0. Meistaraheitið tóktist vera í pottinum, tá Mjølnir legði seg á odda 10-3, men frá 8-13 vann SÍ seks bóltar á rað og fór framum 14-13 og fekk dystarbólt. Serliga Tóki í Haraldstovu var øgiligur hesa løtuna. Mjølnir hóraði tó undan, og síðani skiftust liðini um at hava føroyameistarabólt. SÍ hevði tveir, áðrenn Mjølnir gjørdi sær dælt við sínum øðrum, tá dómarin dømdi smassjið frá SÍ at vera farið út av baklinjuni. Og so hevði Mjølnir vunnið javnbrótaran 19-17 og sjeynda meistaraheitið á rað.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder