Tað var tí lagnunar speisemi og rættiliga áhugavert at hoyra fyrrverandi fíggjarmálaráðharra Fólkafloksins viðmerkja broyttu støðuna, sum Erhard Joensen, fíggjarnevndarformaður, hevði til samferðslu-skipapakkan.
Tí sambært fyrrverandi fíggjarmálaráðharranum snúði henda upphædd seg bert um tvær milliónir krónur, ið hann metti at vera sum eitt lítið sandkorn. Jú, hetta sigur sami maður, nú í mesta lagi eitt gott ár er eftir av samgonguskeiðnum, ið sum fíggjarmálaráðharri hevur oyðslað milliardir av skattaborgarans pengum. Beint áðrenn hann legði kong, kundi hann so svart upp á hvítt boða eini komandi samgongu frá, at næstu nógvu árini verða hall á fíggjarlógini.
Tað skulu nógv mjólkineyt til fyri at metta tostan hjá Fólkaflokkinum, sum uttan at blunka og uttan fyrilit stingur snápilin niður í landskassan eftir milliardunum, tá tað tænir honum og hansara.
Eingin, eg sigi eingin, konservativur og frísinnaður flokkur nakrastaðni í okkara parti av heiminum kann standa mát við henda flokk, tá tað snýr seg um skilaleysa stýring. Nú er flokkurin so heldur ikki ein stjórnarberandi flokkur longur.
Flokkurin stóð fyrst faddur at størsta politiska ráninum av skattaborgarans pengum.
Í eini samgongu seinast í 1970'unum syrgdi Fólkaflokkurin við stovnsetingini av Ráfiskagrunninum fyri, at alllur fiskiflotin fekk eina hálva milliard krónur um árið yvir 15 ár, og tað kallaði Fólkaflokkirin so flott fyri afturbering.
Nú hevur flokkurin so saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum latið alt okkara sjótilfeinggi til feløg, ið kunna teljast á einari hond. Tað sigst, at høvdu veldugu kvoturnar heldur verið býttar út í Noregi, so høvdu nógv fleiri føroyingar fingið lut í virðunum og verið við til at veitt tær.
Nú umleið tríati ár eftir, at tað lukkuvís eydnaðist John Petersen sála at skekla Fólkaflokkin og fiskivinnuna burtur úr Ráfiskagrunninum, er flokkurin í staðin farin at gjarða makrel út til at kalla allan botnfiskaflotan. Eisini til feløg, ið hava kvotu í Barentshavinum, og feløg, sum nýliga hava fingið 12 ára loyvi til at kalla alt tað føroyska sjóðfeingið.
Tað seinasta politiska bragdið hjá hesum flokkinum, nevniliga at privatisera okkara vøkru dalar og fjøll, man skjótt fara at koma undir land eisini.
Frank Davidsen
Politikkur
Mjólkineyt Fólkafloksins
Landskassin er størsta mjólkineytið hjá Fólkaflokkinum, radikalum sjálvstyri.
2022-05-13 11:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald