Hans var javnaðarmaður alt lívið. Hann plagdi sjálvur at siga frá, at fólkapensjónin, sum kom í 1958, hevði stóra ávirkan á hann. Tá var Hans bara 13 ára gamal.
Nøkur ár seinni gjørdist hann sjálvur virkin í politikki.
Í oktober 1965 var Hans við, tá Sosialistiska Ungmannafelagið varð stovnað í Havn. Hann var tá 20 ára gamal og arbeiddi á skrivstovuni á Bacalao. Hans varð valdur í fyrstu nevndina, og tá nevndin skipaði seg, gjørdist hann skrivari. Hans gjørdist eisini blaðstjóri á Bergmáli, sum var málgagnið hjá SU.
Hetta gjørdist byrjanin til mong ár við virknum arbeiði í Javnaðarflokkinum. Hans kom í floksleiðsluna sum umboð fyri SU og seinni í starvsnevndina. Frá 1984 til 1990 var hann skrivari hjá Javnaðarflokkinum.
Hans mintist sjálvur hesi árini sum eina livandi og góða tíð. Hann hevði eitt gott og tætt samstarv við Atla Dam, sum tá var formaður floksins. „Tað var so stórt álit millum Atla og meg,“ segði Hans, tá hann nógv ár seinni fortaldi um tíðina sum skrivari.
Í 2000 tók Hans aftur við sum skrivari hjá Javnaðarflokkinum. Hesa ferð í fulltíðarstarvi, har hann umframt at vera skrivari hjá tingbólkinum eisini skuldi samskipa arbeiðið hjá flokkinum sum heild.
Skrivarastarvið hjá Hans var eisini politiskt. Hann var við í arbeiðinum at menna og orða politikkin hjá flokkinum. Í 2001 var hann eitt nú saman við Sigrid Dalsgaard og Hans Paula Strøm við til at gera eitt størri politiskt álit um brúkarapolitikk.
Hans var eisini fleiri ferðir valevni hjá Javnaðarflokkinum í Vágum og var næstvaldur á listanum. Miðvágur og Vágarnar lógu honum nær. Hann var lærari og skúlastjóri, sat í bygdarráðnum í Miðvági og var eitt skifti bygdarráðsformaður. Hann var eisini formaður í Føroya Kommunufelag.
Men politikkur var fyri Hans meira enn størv og álitispostar.
Hann trúði upp á tað solidariska samfelagið. At vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, og at samfelagið skal geva øllum góðar og javnar møguleikar. Hann var eisini upptikin av, at tað skuldi bera til at liva og virka kring alt landið. Hetta vóru sjónarmið, sum gingu aftur, tá Hans sjálvur skrivaði um politikk.
Hans var eisini virkin í Hjartafelagnum í nógv ár. Eftir at hann sjálvur hevði verið hjartasjúklingur, gjørdi hann nógv burtur úr arbeiðinum fyri bypasssjúklingar og var altíð fúsur at tosa við onnur, sum vóru komin í somu støðu.
Og Hans helt fram at vera virkin í Javnaðarflokkinum so leingi, sum heilsan loyvdi tí. Hann sat í floksleiðsluni heilt til í fjør. Tá fór heilsan at bila so mikið, at sonurin Heðin tók við sessinum eftir hann.
Hans var eisini ofta orðstýrari á landsfundum hjá Javnaðarflokkinum. Seinast var á landsfundinum í Sørvági í 2021, har myndin omanfyri er frá.
Tá vóru 56 ár liðin, síðan tann 20 ára gamli Hans Jørgensen var við til at stovna SU og varð valdur skrivari í fyrstu nevndini.
Nú Hans er farin, minnast vit ein mann, sum gjørdist javnaðarmaður sum heilt ungur og helt fast við hugsjónina alt lívið. Ein mann, sum í meira enn hálva øld tók lut í arbeiðinum hjá Javnaðarflokkinum og altíð var fúsur at taka eitt tak.
Men fyrst og fremst var Hans maður, pápi, abbi og langabbi. 16. august í ár høvdu hann og Jórun verið gift í 57 ár. Tað var bara góðar tvær vikur, áðrenn Hans fór.
Vit minnast Hans við takksemi. Fyri arbeiðið, fyri trúfestið og fyri øll árini í Javnaðarflokkinum.
Tankar okkara eru hjá Jórun, børnunum, barnabørnunum, langabbabørnunum og øllum teimum, sum stóðu Hans nær.
Javnaðarflokkurin lýsir frið yvir minnið um javnaðarmannin Hans Jørgensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald