Tankarnir leita til byrjanina av nýggja árinum, tað var so smátt farið at ganga niður á bakka hjá Ednu. Hon ferðaðist fleiri ferðir á sjúkrahúsið og síðani heim aftur. Vit, sum vóru von at vitja hana, kundu nú staðfesta, at tíðin, dagarnir og løturnar vóru farnar at fækkast. Tit nærmastu, Finnbogi, børn, ommubørn, langommubørn, familja, vinir og kenningar og ikki at gloyma bindiklubbin, vóru nú greið yvir, hvagar leiðin gekk.
Edna og Finnbogi vóru trúgvir kirkjugangarar. Tey vóru sera virkin bæði innan kristnalívið, ungdómslívið, eldrarlívið og nógv annað. Edna var sera virkin innan handarbeiði og hevði sjáldsama dugnaligar hendur. Við sínum hondum hevur hon seymað og broderað nógv føroysk klæði til bæði stór og smá. Ja, alt fyrifallandi arbeiði megnaði hon at gera.
Saknurin er stórur hjá okkum øllum. Vit bæði, Astrid og John Ziska, sum nærmast vóru húsfólk, hava ilt við at skilja tann dag í dag, at vit ikki longur síggja Ednu í urtagarðinum. Hetta er ein hvørvisjón, sum vit hava biðið Várharran hjálpt okkum við. Má Harrin stiga og styrkja øll, sum sita eftir. Teg, Finnboga, og børn tykkara.
Við vón um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Friður veri við minninum um Ednu.
Astrid og John Ziska Lauritsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald