Klokkan 16.20 í gjár, fríggjadagin 7. august, legði okkara fyrstfødda Jónley síni vøkru eyga saman á síðsta sinni og fór heim til Jesuspápa. Hon gjørdist einans 50 ára gomul.
Fyri hana, sum varð fødd við cystiskari fibrosu, var tað ein høgur aldur. Jónley var, sum áður nevnt, okkara fyrstfødda , og lítið vistu vit tá um hesa herviligu viðføddu sjúku, sum fór at broyta hennara og okkara lív fullkomunliga. Men hesin lítli gullklumpurin var so full í lívi, at hon sló beinini undan okkum øllum. Longu sum hálvtannað ára gomul, var tað staðfest, at Jónley hevði hesa herviligu sjúku, sum yvir tíð oyðileggur mest lunguni, men eisini nógvar aðrar partar av likaminum.
Hóast cystiska fibrosu kom Jónley við tógvið stríð gjøgnum ungdómsárini, men tá hon sum 20 ára gomul var blivin studentur, vóru hennara lungu so mikið skadd, at har var eingin vegur aftur. Hon varð sett á listan til at fáa eina lungnatransplantatión, og vit fluttu til Danmarkar fyri at vera so nær við sjúkrahúsið sum gjørligt, um løtan kom.
Jónley fekk nýggj lungu 22. desembur 1997, og gleðin var ólýsandi hjá henni og okkum, og nú byrjaði eitt nýtt lív hjá henni og okkum. Hon møtti kærleikanum og varð forelskað sum onnur á hennara aldri, og eitt má eg siga, at betri manni skal mann leita leingi eftir.
Róðin á Lofti hevur, síðani tey møttust, staðið ótroyttiligur við hennara lið. So kom Robert, sonurin, sum Jónley hevði longst eftir so leingi. Alt ov tíðliga føddur, men sprelllivandi, fekk Jónley í 2000 sín gullklump, sum í dag er ein flottur ungur maður, sum hevur staðið við liðina hjá mammu síni, eisini nú til tann síðsta andadráttin.
At lýsa Jónley er so heilt burturvið ringt hjá mær, eitt menniskja við so nógvum eginleikum, at tað var heilt óbeskriviligt.
Hon var læraraútbúgvin og hevur í nógv ár verið lærarinna á Giljanes Skúla. Hon skrivaði nógv og hevur útgivið tvey yrkingasøvn og ætlaði at útgeva tvey afturat, nú hon fór um sýn.
Hvønn skal eg nú ringja til, tá okkurt orð manglar hjá mær??
Hon var so óbeskriviliga góð til føroyskt, at benda og eisini í donskum og enskum. Og so var tað hennara humoristiska síða, sum var heilt ónormalt væl útviklað, skeivir vinklar og at síggja ting uppá aðrar mátar enn onnur, tað hevur mangan verið ein stór hjálp í ringum tíðum. Og so elskaði hon at syngja og at spæla borðspøl, at samla familjuna. Og vit elskaðu hana øll !
Farvæl mín elskaði skattur og takk fyri alt, tú vart fyri okkum – meg og mammu tína og tíni systkin, Biritu, Torgunn og Ingmar og børn teirra, ja alla familjuna og næmingar á Giljanes Skúla.
Pápi tín <3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald