Mentan

Minningarorð um Brand Kjartansson

.

2024-04-16 13:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Minningarorð um Brand Kjartansson

  1. juli 2004 – 18. februar 2024

Heystið 2003 fluttu Sólja og eg felag og fóru at royna okkum at spæla í Kyndli. Hondbóltskappingin var tó nærum ikki byrjað, tá bleiv Sólja illa fyri og hevði javnan krampar í búkinum. Hon fór til lækna, tí her var okkurt galið. Heimafturkomin hevði hon tey gleðiboðini, at hon var við barn. Barnið, sum var ávegis, viðførdi at hondbóltskarrieran hjá okkum báðum í Kyndli fekk ein bráðan enda, tí tá hon ikki spældi, vildi eg heldur heim til Sóljuna at spæla.


  1. juli 2004 stendur sólarklárur í mínum minni. Um morgunin fekk eg at vita at eg var vorðin mostir. Minnist at eg var í summarferiustarvi á tyrludeildini hjá Atlantic. Tá eg fekk frí koyrdi eg beint til Havnar at síggja vidundrið, sum hevði givið mær ein nýggjan tittul. Kenslan av at merkja teg, síggja teg, halda tær, kroysta teg og mussa teg kann ikki lýsast við orðum. Kærleikin var treytaleysur beinanvegin, og sum tú mentist og vaks fekk eg í hvussu er eitt heilt serligt samband við teg, veit ikki um tað eisini var øvuðgt, men vóni tað.


Frá fyrsta degi vart tú eitt lívsstykkið við nógvari ferð. Tú livdi allar tínar 7167 dagar fult út. Royndi tað, sum var vert at royna, altíð glaður og vælupplagdur. Tá tú hevði brúk fyri hvíld, og kanska eisini lívd, í lívinum, dugdi tú tó væl at strekkja teg á sofuni ella í eini song, soleiðis at tú aftur kundi koyra ferð á og uppliva okkurt.


Góði elskaði Brandur, hóast tú altíð megnaði at vera glaður og takksamur, so var lívið ikki altíð lætt. Sum hjá øðrum, har foreldrini velja ikki at vera saman, var skilnaðurin teirra millum harður fyri teg. Hóast tað, so dugdi tú væl at vera nøgdur, at tillaga teg til umstøðurnar og taka væl í móti teimum nýggju, sum tíni foreldur valdu at hava sum part av sínum, men eisini tínum, lívi.


Í tínum uppvøkstri vóru vit nógv saman og tá vit fluttu í okkara hús, dámdi tú væl at koma og yvirnátta, serliga tá Heiðrún var hjá okkum. 


Tá vit fingu Poulinu tók tú sera væl ímóti henni og tú vart so glaður at fáa enn eitt systkinabarn, tí frammanundan átti tú bara eitt á pápasíðuni. Javnan komst tú á gátt á veg í skúla, segði góðan morgun, mussaði og klemmaði okkum, og fór síðani leiðina víðari í skúla.


Tú spjaddi gleði og látur har tú vart og ofta gekk spælið so vilt fyri seg, at eg havi ikki talið á, hvussu nógvir koppar eru brotnaðir, tí tit spældu fanga ella okkurt annað inni. Ítrótt fekst tú inn við móðurmjólkini. Tú royndi nógvar ítróttargreinar og fekk heiðursmerki í næstan øllum, tá tú gjørdi okkurt, gjørdi tú tað ordiligt og væl lá fyri, tað var ikki tín lutur at spara teg.


Tín kærleiki til okkum øll er trupul at lýsa, men tú dugdi so sera væl at vera góður við okkum, at vitja okkum og bjóða okkum við at uppliva okkurt gott, stuttligt og serligt.

Títt kærleiksmál var at geva. Frá tí tú vart smádrongur gavst tú av øllum tú átti, minnist einaferð tað var seinsummardagur og tú vart heilt lítil, veit ikki um tú hevði fingið 50 kr. Á marknaðinum, sum er seinsummardag hevði tú funnið 2 sett av oyralokkum – sum tú kundi keypa fyri pengarnar tú hevði, soleiðis at mamma tín fekk eitt par og mostur fekk eitt. Tá tú fór at sigla var hetta eisini títt eyðkenni. Av hvørjum túri hevði tú okkurt gott heim við, soleiðis at vit fingu flak, rækjur ella ræstan fisk. Og gleðin lýsti av tær, tá vit søgdu takk.


Tú vart sera arbeiðssamur og tá vit høvdu okkurt, sum skuldi gerast í familjuni, tók tú altíð lut. Hóast ringur av grasallergi, so royndi tú at hjálpa til, tá vit arbeiddu í bønum, vóru á fjall, ella annað, sum skuldi gerast í náttúruni. Seinast tað vóru grindaboð í Vágum, hjálptust vit, tá vit skóru upp. Tú vildi fegin vísa mær og abba, hvussu sterkur tú vart blivin, nú tú vart vaksin.


Tann dagin tú fylti 18 ár fekst tú koyrikort. Gleðin var stór og tá tað ikki altíð bar til at læna bilin hjá mammu tíni ella ommu so ringdi tú til okkum og lænti ein bil. Hóast tú bert hevði koyrikort í knappar 600 dagar, so eru nógvir km lagdir afturum sum bilførari, tí biltúrar, tað dámdi tær. Okkara síðsta løta var eisini ein biltúrur, hóast klokkan var nógv og tað var mitt í viku, so valdi eg at siga ja, tá tú bað meg koma við ein biltúr. Takk – at tú tímdi at koyra biltúr við mær. Nú, tá tú so brádliga skuldi fara herfrá, eri eg eyka takksom fyri hendan biltúrin. Og so sera takksom fyri at tey síðstu orðini okkara millum vóru: ”Mostur elskar teg góði” – og svarið var beinanvegin: ”ja, eg veit, eg elski eisini teg mostur.”


Fáar dagar áðrenn tú andaðist vart tú hjá okkum. Hjalgrímur og eg vóru til arbeiðis, men saman við Poulinu og Aldu gjørdi tú ein góðan døgurða. Eisini hesa løtuna eru vit so sera takksom fyri og goyma hana væl í okkara hjørtum, til vit síggjast aftur.


Hóast tú bert gjørdist 19 ára gamal, upplivdi tú nógv. Nú skilja vit betur, hví tað skuldi vera so nógv ferð á, men góði elskaði Brandur, vit royna at finna meining og troyst í øllum, tí at tú skuldi doyggja er so meiningsleyst. Tú vart júst komin eitt stað í lívinum har tú vart so glaður og nøgdur. Gleðina við at íðka ítrótt hevði tú funnið aftur, og gekk høgt uppí, at tað sum tú át skuldi vera matur, sum var góður fyri vøddar og likam.


Man kann siga at lívið hjá mær saman við tær byrjaði sama stað sum tað endaði. Tað kvøldið tú fekk skaða, vóru mamma tín og eg upptiknar av hondbólti allan dagin. SÍF hevði tvey lið við í steypafinalunum. Tú gleddist almikið um, at tað gekk væl hjá tínum systkjum og systkinabørnum.


Jarðarferðin, sum var úr Sandavágskirkju var vøkur, tað vóru ótrúliga nógv fólk, sum fylgdu tær til tín seinasta hvíldarstað. Hetta vísti okkum, at tað ikki bara er hjá familjuni tú hevur sett tíni spor.


Til jarðarferðina hjá tær tosaði Marjun í Kálvalíð um kærleika við støði í fyrra brævi Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 13, sum er soljóðandi:

”Um eg talaði við tungum manna og eingla, men hevði ikki kærleika, tá var eg ljómandi málmur ella klingandi bjølla. Og um eg hevði profetagávu og kendi øll loyndarmál og átti allan kunnleika, og um eg hevði alla trúgv, so at eg kundi flyta fjøll, men hevði ikki kærleika, tá var eg einki. Og um eg býtti út allar ognir mínar, og um eg læt likam mítt, so at eg varð brendur, men hevði ikki kærleika, tá gagnaði tað mær einki.


Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.


Kærleikin fellur onga tíð burtur; men hvørt tað so eru profetagávur, so skulu tær fáa enda, ella tungur, so skulu tær tagna, ella kunnleiki, so skal hann fáa enda. Tí at vit skyna í pørtum, og vit profetera í pørtum. Men tá ið hitt fullkomna kemur, tá skal tað fáa enda, sum er í pørtum. Tá ið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av. Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur. Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin.”


Nú er okkara kærleiki til tín heimleysur, men vit, sum kendu tín góðvilja og kærleika, vita at við trúgv og vón verður kærleikin verandi og kærleikin er størstur.


Góði Brandur – takk fyri alt og hvíl í friði


Anna Randi, Heiðrún, Poulina, Alda, Hjalgrímur og Mostur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder