Peningurin skal brúkast til at endurskoða verandi mannagongdir og royna nýggjar arbeiðshættir, sum kunnu stytta um bíðitíðina og gera tað lættari hjá fólki at fáa ta tænastu, tey hava tørv á.
Fyrsta verkætlanin verður á hjálpartólaøkinum. Her er ætlanin at skipa eina skjótari tænastu, har fólk kunnu fáa hóskandi hjálpartól við heim beinanvegin eftir eina fakliga meting frá einum terapeuti.
Verkætlanirnar skulu vera við til at framtíðartryggja ein skynsaman rakstur og skapa tænastur, sum eru smidligari og lættari atkomuligar. Arbeiðið verður skipað við støði í tørvinum hjá teimum, sum brúka tænasturnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald