Politikkur

Minnast tit friðin um bygdina lá?

At koma út á trappuna at vakran heystmorgun, hyggja yvir heimbygdina, anda reinu luftina og tann nýggja kuldan, hoyra heystlombini jarma har niðri, meðan sólin rísir reyð yvir Koltur. Tað er eingin nytta í tí. Men virði í løtuni er ómetaligt.

2024-11-08 07:04 Author image
-
placeholder

Tí alt kann ikki gerast upp í pengum ella nyttu.

Friðsælan ein summarkvøld, tá børn spæla úti langt út á kvøldið, meðan fuglarnir láta.

Um veturin, reyðir barnakjálkar, nývaknað, trygg og heit í vogninum.

Tað er tað besta við lívinum og friðurin er tað besta við at búgva á bygd.

Tíðirnar broytast og nú hoyrast dyppikonur flenna og práta við Klettin. Alt var ikki betur fyrr, men tað sum var gott var gott. Og tað sum er gott er gott.

Enn hava vit fríska luft, reint vatn - eisini at dyppa í, tá í kloakkirnar endiliga vera lagdar út.

Vit skulu ansa eftir, at okkara máti at liva, nátturan, reina luftin og friðurin valdar.

Okkara kommuna má taka sín part av ábyrgdini fyri, at tað týdningarmikla í okkara lívið ikki verður selt fyri vinning ella sokallaða framgongd. Vit mugu sjálvi vera greið yvir hvat vit vilja. Hvat vit vilja varðveita, hvat skal verjast?

Lat okkum geva okkara børnum og barnabørnum møguleikan at uppliva friðin og tryggleikan og ikki bara siga:

Nú er alt bara minnir.

Vága kommuna eigur at ganga fremst á umhvørvisøkinum. Ikki bara á pappírinum.

Ferðavinnan er ein tann mest dálkandi vinnan í heiminum. Lat okkum ikki stuðla uppundir at økja um ferðafólkatalið. Lat okkum heldur fáa eina ferðavinnu, sum er so lítil og eksklusiv sum møguligt.

Bygging og útstykking má gerast við fyriliti og ikki minst: gjøgnumkoyringin má tálmast.


X við Borgaralistan

X við Elsibet Jacobsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder