2025-05-24 09:26

MIKKALINA 35-ÁRA STARVSDAG
Í gjár varð 35 ára dagurin hjá barnagarðinum Mýrifípuni hátíðarhildin, men samstundis var tað eisini 35 ára starvsdagurin hjá Mikkalinu Simonsen.
Síðan fyrsta dagin, hin 21. mai 1990, hevur Mikkalina verið í starvsfólkahópinum og er hon tað enn.
Tvøroyrar kommuna ynskir Mikkalinu hjartaliga til lukku við 35 ára starvsdegnum, við tøkk fyri trúfestinum á arbeiðsplássinum og við bestu ynskjum fyri framtíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald