Mentan

Miðvingar sleptu hornaseyðum í Miðvágs Urð

Ein sera góður dagur á Miðvágs Urð, har vit sleptu 11 hornaseyðum. Veðrið var av tí allar fagrasta, ættin var landsynningur, landsynningur er besta ætt til kyrru norðanfyri, so gott sum eingin vindur var norðanfyri í dag, sigur Jón Eli Ole- Jacobsen, sum eisini hevur tikið myndirnar.

2025-04-06 22:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Miðvingar plaga at sleppa hornaseyðunum tíðliga á Miðvágs Urð, veðrið var gott í dag, so teir vóru spentir at fara, ættin var landsynningu og eingin vindur, so tað var púra kyrt norðanfyri - alt gepp uppá stás.

Eisini løgdu miðvingarnir nógva rottugift í urðina, giftin hjálpir væl um, at halda rottustovninum niðri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder