2025-01-23 08:30
MB: Nógv er broytt síðan 1905, og nógvar eldsálir á leiðini hava verið við til at mynda felagið, til tað, sum tað er í dag.
Endamálið hjá felagnum er at geva øllum áhugaðum eitt trygt og gott stað at menna sínar førleikar; bæði á og av vøllinum. Hetta verður framt við ágrýtnum og nærverandi venjarum og hjálparum, ið brenna fyri at skapa góðar relatiónir og góðar karmar um leikararnar og limir annars. Eisini ein tøkk til tykkum øll fyri tykkara íkast til felagsskapin er avgjørt uppiborin, og ikki minst til øll tey, ið eru farin, ið eiga ein risastóran leiklut í at vit hava hetta deiliga felag enn í dag.
Stóri dagurin skal sjálvandi hátíðarhaldast, og hetta verður seinni í ár. Nærri kunning um dagin kemur seinni.
Øll, ið hava minnir og myndir, ið lýsa hesi 120 ár, eru vælkomin at deila tær við okkum.
Viðlagda heilsanin frá 1930, varð skrivað av fótbóltsprestinum, og stovnaranum av MB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald