Politikkur

Miðalrenta á landskassans skuld 1,4%

Rentan, sum Føroyar í miðal rindar fyri síni lán, er nógv minkað síðani 2011, men er kvinkað upp eftir aftur í 2022 og 2023. Miðalrentan av skuld landskassans er við ársenda 2023 1,4%. Væntast kann at hon eisini komandi árini fer at hækka, so hvørt sum skuldin hjá landskassanum skal endurfíggjast.

2024-05-01 10:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Landsbankin:

Mynd 1 vísir miðalrentuna við ársenda, sum landskassin rindar av láns­bræva­skuldini. Við ársenda 2023 rindaði landskassin í miðal 1,4% í rentu av sínum lánum, sum við ársenda 2023 høvdu eitt marknaðarvirði á 3,9 mia. kr. Rentan, sum Føroyar í miðal rindar fyri síni lán, er nógv lækkað síðani 2011, tá landskassin í miðal rindaði gott 3% í rentu av síni skuld.

Væntast kann tó, at miðalrentan sum landskassin skal rinda fyri síni lán, eisini næstu árini ferð at hækka. Skuldin hjá landskassanum er sett saman av fýra lánsbrævarøðum, sí talvu 1. Til dømis hevur lánið á 1,1 mia. kr., sum skal endurfíggjast í juni í ár, eina kupon rentu á 1,25%. Sannlíkt er, at lánið sum verður tikið fyri at endurfíggja hetta lán, fær eina hægri rentu enn 1,25%.

Í juni 2023 rindaði landskassin aftur eitt lán á 550 mió. kr. Hetta var gjørt við, at landskassin tók ein nýtt lán á 900 mió. kr., har 550 mió. kr. vóru brúktar til at rinda lánið aftur við, og restin, 350 mió. kr. var tikið til gjaldføri landskassans, soleiðis at tað var 15% av BTÚ, sum lógin sigur. Landskassans bruttoskuld økist við hesum, men ikki nettoskuldin, sum er skuld frátrekt gjaldføri.

Rentan á nýggja láninum er 3,625% og effektiva rentan er 3,7%. Lánið er eitt fýra ára lán.

Mynd 1 - Lánsbrævaskuld: miðarenta við ársenda

Talva 1 Lánsbrævalán landskassans

Les ársfrásøgnina frá landsbankanum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder