2024-10-16 08:20

Havstovan: Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er hon nú komin suður á 52. breiddarstig. Ferðin er í miðal tveir fjórðingar um tíman, so hon mest sum damlar suðureftir.

Blá og grøn strika eru hvalirnir, sum vórðu merktir á Fuglafirði. Reyð og ljósareyð strika eru hvalirnir, ið vórðu merktir á Klaksvík.
Merkta grindin úr Fuglafirði, ið nú hevur verið merkt í hálvan annan mánað, hevur yvirhøvur hildið seg longur norðuri; í seinastuni mest í hellingini norður av Rockallbankanum.
Seinastu tveir dagarnar hevur hon aftur ferðast norðeftir, og er nú komin norður í dýpið millum Ytra- og Ytstabanka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald