Politikkur

Menniskja livir ikki av breyði eina…

Í Miðvági er, eftir mínum tykkið, ein stór vandalisma gjørd í sínari tíð. Óivað var kjak áðrenn og einki er at ivast í, at argumentini vóru góð, tá tað var gjørt. Tað er ongantíð av ongun.

2024-11-11 13:00 Author image
-
placeholder

Niðast í bygdini, hevur man lagt betong yvir ánna, næstan út í ósan, og bygt bygdaskúlan, sum ein stóran betongklossa útyvir.

Tað hevur óivað loyst eina rúgvu av trupuleikum, tá tað var gjørt og skúlin hevur havt stóran týdning fyri bygdina.

Men tað skert ikki burtur, at Miðvágur var vakrari, um brúgv var yvir um ánna og áin var opin.

Somuleiðis fótbóltsvøllurin. Til stóra gleði og gagn, men tað gekk útyvir oyrina og sandin, sum nú liggur undir í plastikki.

Soleiðis fara menniskju fram. Vit loysa trupuleikarnar uppá frægasta vís, vit kunnu bara gera sum best. Vit mugu upp og fram og hvor der handles der spildes. Framgongd skal til.

Men tá vit vita betur, eiga vit at gera betur. Fyri umhvørvið og fyri bygdirnar og okkum sum búgva her. Pengar kunnu ikki altíð ráða.

Ein nýggj vinna er skola innyvir okkum seinastu 10 árini. Ferðavinnan. Nú mugu vit broyta okkara umhvørvið, at tillaga seg ferðafólki. Vit leggja okkum fløt, ferðafólk geva pengar av sær, og so leingi sum pengar og vøkstur ráða, so eru eingi onnur virðir, sum kunnu sammetast.

Eg vil vera ein rødd í kommununi fyri borganan sum hugsar um umhvørvisvernd. Um mentanarvernd og um at fyrst og fremst eru tað vit sum búgva her, eisini vit sum ikki hava økonomist áhugamál uttanfyri okkara egna hús at røkja, skulu vera hoyrd.

Elsibet Jacobsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder