Politikkur

Meira virðing fyri lívinum

Øll vita, at vísindin hevur staðfest, at lívið byrjar í gitnaðarløtuni, tá ið sáðkyknan gitur eggið. Í tí løtuni verður ein nýggj, fullkomin og framúrskarandi lívvera skapt. Talan er um eina fullfíggjaða tilveru frá byrjan til enda. Tað er bert eitt eintak við einum samleika, ið er eindømi uppá eitt einastandandi menniskja.

2022-12-01 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum sivilisatión mugu vit áhaldandi røkta og hækka virðingina hjá lívinum. Serliga hjá tí ófødda lívinum og tí elligamla lívinum. Og latum okkum ikki taka mannalív, tí tað er morð reint juridiskt og etiskt.


Allar hugsandi avbjóðingar og trupulleikar í tilveruni, sum møguliga stinga seg upp av einum sokallaðum “manglandi” tilboði, ið loyvir fólki, at taka lív, er ein samfelagslig dygd og góð lívstrygd fyri allar føddar og óføddar samfelagsborgarar. Men, at halda seg koma burturúr avbjóðingum við, at taka lív, er slett ikki ein umbering og kann ongantíð rættvísgerast. Tí, at taka lív við fríum vilja ella fyrisettum ráði, er altíð tilætlað manndráp.


Sjálvt um heilar tjóðir hava viðtikið, at tað ófødda menniskja ikki telur við, sum menniskja, so er tann samtyktin álíkavæl ein brotsgerð ímóti allari mannaættini. Samfelagið loysir hvørki trupulleikar og ei heldur avbjóðingar hjá foreldrum, sum eru komin í ráðaloysi við, at stuðla og hjálpa teimum, at taka ófødda lívið. Tann loysnin ber einans boð um meira ráðaloysi, yvirgang og órættvísi. At fara inn í lítla húsið hjá teim smáu og við fríum vilja taka tey av døgum er kærleiksloysi.


Trongdin til at lóggeva seg burturúr ófødda lívinum, er eitt greitt tekin um manglandi viðurkenning av menniskjalívinum. Tað kann ikki annað enn ala fram eina ósunna brúkara- og kasta-burtur-mentan. Um so er, at ófødda lívið ikki hevur størri virði enn ein vørða á hillini, so ófødda lívið støðugt í vanda. Tá kunnu tey óføddu av sínum egnu foreldrum skjótt blíva hótt við lívinum. Tað tragiska av øllum er, at tann støðan rísur upp í einum óhepnum tíðarskeiðið, tá ið lítla lívið er sera viðkvæmt – uttan forsvara og uttan møguleika, at forsvara seg sjálvt. Tí staturin hevur givið mammuni fullan myndugleika, at forkoma lívinum hjá sínum eftirkomarum. Tað er ein hjartaleys handling, sum eg skammist yvir hvønn dag teirra vegna.      


Ein partur av skeivleikunum í øllum hesum er, at tá ið eitt nýtt lív “stendur í vegin” fyri sjálvsøknum foreldrum, er tað sannlíkt, at tey velja tann lægsta felagsnevnaran. Og tað er at beina fyri ófødda lívinum, sum so undurfult, er sprottið fram í teirra egnu tilveru. Men tað ófødda lívið er ein fullkomin og sjálvstøðugur skapningur, sum eingin skal hætta sær at røra við.


Um vit vilja læra okkum, at fara við lívinum hjá hvørjum øðrum, sum vit sjálvi vilja verða viðfarin, tá verða eygu okkara upplatin og frí fosturtøka mest sannlíkt roknað, sum ein ómenniskjalig praksis, ið hoyrir fortíðini til. Ein somikið ómenniskjalig og ónd praksis hoyrir í øllum førum ikki framtíðini til. 


Frí fosturtøka kann hvørki roknast og ei heldur bólkast, sum eini rættindi. Lat tað verða eitt serføroyskt strategiskt mál framyvir – soleiðis, at aðrar tjóðir kunnu fóta sær aftur, ið eru falnar í tær mongu trældómsfellurnar, sum progressiv liberalisma inniber. Og sum fleiri politiskir flokkar eru fullir av í dag. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder