Spurt var, hvør orsøkin er til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn? Eisini spurdi eg, um landsstýrið ætlar at broyta hesa ásetingina?
Sirið Stenberg hevur nú svarað fyrispurninginum, men tíverri er ein misskiljing komin í, og tí rakar svarið ikki heilt endamálið við spurninginum. Landsstýriskvinnan svarar, sum rætt er, at tey sum eru heima hjá sjúkum barni, fáa frítíðarløn av upphæddini, ið tey fáa frá Almannaverkinum.
Tað sum eg spurdi um, snúði seg um fólk sum hava annað arbeiði, men okkurt tíðarskeið mugu vera heima hjá sjúkum barni. Um til dømis eitt barn skal undir skurð í apríl, og annað av foreldrunum tí má vera heima í apríl og mai, so fáa tey ikki endurgjald fyri mai, tí tá verður frítíðarlønin frá arbeiðsplássinum útgoldin. Skulu tey so í feriu í juli, so fáa tey einki tá, tí frítíðarlønin sum tey áttu til góðar, bleiv brúkt í mai.
Eg havi tí sett landsstýriskvinnuni ein uppfylgjandi fyrispurning, sum útgreinar hetta. Spurt verður um landsstýrið ætlar at broyta løgtingslógina og/ella tilhoyrandi kunngerð, soleiðis at frítíðarløn frá arbeiðsplássum ikki verður mótroknað í endurgjaldinum fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku.
Sirið Stenberg segði í fyrra svarinum, at ongar ætlanir eru um at broyta skipanina, men um hon fær kunnleika til viðurskifti sum seta familjur í óhepna støðu, so er hon sinnað at taka málið upp politiskt.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald