Politikkur

Meira realistiskar ætlanir við at brúka tilvísingarbólk

Stórar verkætlanir fara oftani útum tíð og kostnað, men ein nýggj tilgongd, kallað ”Reference Class Forecasting”, ið er at gera metingar við at brúka ein tilvísingarbólk, kann hjálpa við at gera meira realistiskar metingar, og økir um sannlíkindini fyri, at verkætlanin heldur tíðar- og kostnaðarætlanina.

2025-05-06 09:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Landsbankin skrivar:

”Reference Class Forecasting” er ein háttur, sum byggir á gransking hjá Daniel Kahneman og Amos Tversky, sum vunnu Nobelprísin í búskaparfrøði fyri teirra arbeiði við avgerðartøku undir óvissu.

”Reference Class Forecasting” er ein háttur, sum nýtir upplýsingar frá líknandi verkætlanum, sum eru framdar til at gera metingar um framtíðar verkætlanir. Í staðin fyri at hyggja inn í verkætlanina sjálva (inside view), tekur tú eitt sjónarmið uttanífrá (outside view) og samanber við líknandi verkætlanir.

Við at samanbera verkætlanir av sama slag, ber til at gera meira realistiskar metingar um kostnað og tíð.

Eitt dømi kundi verið Suðuroyartunnilin; her ber til at finna aðrar verkætlanir, sum líkjast hesum, bæði her í Føroyum, Noreg og aðra staðni í heiminum. Við at greina hesar samanberiligu verkætlanirnar, ber til at finna eitt sannlíkindabýti fyri eitt nú kostnað og tíð.

Næsta stigið er síðani at samanbera Suðuroyartunnils verkætlanina við hesa greining, fyri at fáa eitt meira sannlíkt úrslit. Til dømis um vit hava eina verkætlan, har 10 líknandi verkætlanir eru gjørdar áður, og 3 av teimum vóru lidnar innan ásettu tíð, meðan 7 fóru útum tíðina, kann sigast, at sannlíkindini fyri, at verandi verkætlan verður liðug innan ásettu tíð eru 30%.

”Reference Class Forecasting” minkar um skeivleikar og ov stórt sjálvsálit við at taka eitt ”eyga” uttanífrá við í metingina. ”Reference Class Forecasting” hevur verið nýtt í fleiri ymiskum verkætlanum; frá samferðsluverkætlanum til bygging av stórum bygningum. Eitt dømi er byggingin av skotska parlamentsbygninginum, har upprunaliga kostnaðarmetingin var 40 mió. pund, men endaligi kostnaðurin var yvir 400 mió. pund. Við at nýta “Reference Class Forecasting” kundi ein havt gjørt meira realistiskar metingar frá byrjan, greiðir Bent Flyvbjerg frá í síni bók “How big things get done”.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder