Ítróttur

Meinhard: Vit ætla at gera ein vørr

A-landsliðið við monnum hevur havt sína fyrstu venjing í Kekkia, og um eitt lítið samdøgur verður sjøtul settur á undankappingina til HM 2026

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-21 07:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Tíðliga hósmorgunin setti A-landsliðið við monnum kós ímóti Hradec Kralove í Kekkia.

Túrurin umvegis Keypmannahavn gekk væl, og eftir ein lítlan steðg á gistingarhúsinum í Velichovky, ið liggur ein lítlan hálvan tíma frá býnum, har dysturin skal spælast, fóru Eyðun Klakstein og hansara menn á venjingarvøllin.

Allir 23 í hópinum eru væl fyri, og aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Meinhard Egilsson Olsen.

HM undankappingardysturin millum Kekkia og Føroyar verður á Malsovicka Arena leygarkvøldið klokkan 19:45, sum er klokkan 20:45 lokala tíð í Kekkia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder