Politikkur

MEGD á vitjan hjá landsstýriskvinnuni

Í gjár vóru Tóra við Keldu, forkvinna og Bárður A. Ísheim, aðalskrivari í MEGD á vitjan hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá.

2023-02-25 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Tóra við Keldu, forkvinna, greiddi frá um virksemi hjá MEGD, sum er meginfelag fyri 24 limafeløg við tilsamans umleið 4.000 limum. Á fundinum varð millum annað komið inn á, at tað er umráðandi at limirnir hjá MEGD verða hoyrdir í sambandi við lógaruppskot, kunngerðir og annað.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, greiddi millum annað frá skipanini við sjúklingaleiðbeinarum í Sjúkrahúsverkinum. Uppgávan hjá sjúklingaleiðbeinarunum er millum annað at arbeiða við viðgerðargongdum, og at hava ein virknan leiklut í at skipað góðar sjúklingagongdir.

Tað er møguligt hjá sjúklingum og avvarðandi at ringja til sjúklingaleiðbeinararnar, um tørvur er á vegleiðing ella hjálp viðvíkjandi viðgerðargongdum.

Tað er umráðandi at atlit verða tikin til allar viðkomandi partar, sum hava tørv á tænastum í heilsuverkinum. Tí taki eg eisini væl ímóti áheitanini um at hoyra limirnar hjá MEGD, tá ið avgerðir skulu takast.”
Margit Stórá, landsstýriskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder