2024-10-09 10:31
Landssjúkrahúsið:
Í gjár flutti medisinsk seingjadeild (B6) úr B-bygninginum á H1 í H-bygninginum. Arbeitt hevur verið dúgliga seinastu vikurnar at fáa tað síðsta uppá pláss, áðrenn klárt var at flyta sjúklingarnar, og tíðliga á morgni í gjár vóru teir fyrstu fluttir. Gjøgnum dagin eru teir síðstu sjúklingarnir fluttir yvir á H1.
Stórur spenningur hevur verið um flytingina og tað sást aftur av teimum mongu starvsfólkunum á medisinska deplinum, sum vóru møttir til móttøku. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, flutti fyrst fram røðu, og síðani hildu depilsleiðararnir Jan Rasmussen og Birna Mohr Joensen hvør sína røðu, áðrenn Guðni Remberg, deildarleiðari, endaði. Sí myndir frá móttøkuni niðanfyri.
Vit fara at ynskja B6 hjartaliga til lukku við flytingini, tað skrivar LS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald