Vinna

Max Højgaard fer frá fyri aldur

.

2024-04-08 10:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


J & K Petersen:

Í farnu viku var fráfaringarhald fyri Max, sum nú fer frá fyri aldur “einans” 74 ára gamal
Max hevur arbeitt sum borari hjá J&K Petersen seinastu gott 10 árini, men hevur koyrt borivogn í ein mansaldur, og er nokk tann, ið hevur borað mest í Føroyum. Tað munna verða fá støð, har Max ikki hevur borað, og hevur hann tí havt stóra vitan um, hvussu grótið er kring landið, sum mangan er komið okkum væl við.
Hóast Max hevur eitt stilt og róligt lyndi, hevur ikki skortað í hjá honum at bora í brattasta lendinum, og fann hann altíð eina loysn til eina og hvørja torføra uppgávu.
Tað er við sorgblídni at vit takka Max Højgaard fyri drúgva tænastu, og ynskja honum alt tað besta framyvir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder