2024-11-08 16:30
Sum næmingur í Miðvágs-Sandavágs skúla (sum tað æt tá), var tað ein góð kollvelting at fara á Fólka Háskúla á Álandi, eftir 9. Flokk. At fara frá at stúra fyri at lata matpakkan við (væl) luktandi skerpikjøti upp, til at øll eta tað sama, eisini tey við ovurviðkvæmið.
Og so hugsar onkur: tað er nakað tvætl, at ein verður argaður ella fær onkra viðmerking, í mun til hvat man hevur við í matpakkanum, men so er ikki. Og tí var tað allar ofta lættast at lata matpakkan liggja í taskuni…
Vit eiga at seta eina matarskipan í verk, soleiðis at okkara børn og ung fáa heilsugóðan mat, tí tey eru nemliga í barnagarði ella í skúla størsta partin av degnum.
Ikki bert tað, at tey fáa okkurt at eta, men heilsugóður matur kann eisini hava eina ávirkan á hugsavningina og innlæringina hjá barninum.
Hetta tilboði eigur at vera sett í verk í samráð við skúla/stovn, foreldur og kostráðgeva.
Tað kann gerast kostnaðarmikið, men vit skulu at finna eina góða loysn!
Vel meg 12. Novembur, so eg kann vera tín rødd tey næstu fýra árini!
x við Beintu Gudmundsen
x við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald