Lýsing

Maskinmeistari til Nýggjheiðar

-

2022-01-11 23:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Søkt verður við hesum eftir einum maskinmeistara til tyrvingar- og rottangaplássið úti í Nýggjheiðum í Kvívík.

Tú kemur at hava teknisku ábyrgdina av nýggja móttøkuplássinum úti í Nýggjheiðum.

Stutt um Nýggjheiðar

Nýggja tyrvingar- og rottangaplássið úti í Nýggjheiðum, sum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu, fer at taka ímóti øllum tyrviburturkasti og rottangaevju úr øllum landinum, soleiðis at alt er savnað á einum stað.

Arbeiðsuppgávur

  • Móttøka og skráseting av innkomnum nøgdum
  • Dagligur rakstur av rottanga- og tyrvingarmóttøkuni
  • Umvæling og røkt av útgerð og hølum
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Fyrstu mánaðirnar

Í mai mánaða byrjar uppsetingin av nýggju rottangamóttøkuni. Hetta arbeiðið verður liðugt út á heystið í 2022, tá ið royndarkoyringin byrjar.

Tín uppgáva verður at fylgja arbeiðinum, royndarkoyringini og seta teg inn í raksturin av virkseminum.

Eisini verður møguleiki at vitja líknandi skipan uttanlands.

Krøv til umsøkjaran

  • Ynskiligt er, at tú ert maskinmeistari, maskinistur ella hevur líknandi útbúgving
  • Tú skalt kunnu arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt starv, har tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Í fjør tóku vit ímóti og viðgjørdu 41.000 tonsum av burturkasti. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum 1. mars 2022. 

Umsóknarfreist

Skrivlig umsókn, lívsrensl, avrit av prógvum og møguligum ummælum skal sendast til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 25. januar 2022.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Poul Andrias Joensen, stjóra, á tlf. 41 42 43. 

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder