Næstan allir maskinmeistararnir, sum starvast hjá SEV og IRF, tóku av innbjóðingini frá Maskinmeistarafelagnum um at koma til kunnandi fundir um støðuna, nú semingsmaðurin er givin í sínum royndum at fáa semju í lag millum felagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan sáttmála, og onki samband longur er millum partarnar.
Fyrradagin var fult hús hjá Maskinmeistarafelagnum við Grønlandsvegin í Havn, tá tann fyrsti fundurin var, í morgun áttu maskinmeistararnir á Vágsverkinum tørn, tá kunnandi fundur var á Hotel Tvøroyri, og seinnapartin í gjár var so aftur fundur í Maskinmeistarafelagnum í Havn, har maskinmeistararnir í miðøkinum, sum ikki høvdu møguleika at møta á fundinum fyrradagin, fingu kunning.
Á øllum trimum fundunum er boðskapurin væl móttikin. Í Suðuroy undraðist Berit Hovsgarð stórliga um mótviljan hjá KAF at ganga einum kravi um skipað viðurskifti á møti, tá hugsað varð um ússaligu lønina, sum maskinmeistararnir fáa, og arbeiðsviðurskiftini annars:
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, fegnast um góðu móttøkuna, sum kunningin fekk á teimum trimum fundunum, og hann ásannar eisini, at tað krevur eina frágreiðing, tá nevnd og samráðingartoymi í hesum samráðingunum eru farin so miðvíst eftir at kalla bara einum máli, nevniliga arbeiðstíðarreglum, meðan siðbundna lønarkravið nóg illa erður nevnt.
- Onkur hevur helst undrast, tá vit tíðliga í samráðingunum meira ella minni góvust við royndunum at fáa meira beinleiðis upp á lønina, enn tað, sum feløgini fingu, ið samráddust, áðrenn vit áttu tørn – tað vil siga, meira enn hesin famøsi, ultimativi karmurin gevur rúm fyri. Vit vistu, at tað var nyttuleyst og tí bara fór at verða ein sjónleikur.
- Vit vildu heldur brúka okkara orku upp á at fáa skipað viðurskifti á sáttmálaøkinum – tí tað er tað verri enn so í dag. Góðar og greiðar arbeiðstíðarreglur hava stórst týdning í so máta, fyri tað fyrsta sum eitt amboð at tryggja, at galdandi sáttmáli verður hildin, og fyri tað næsta sum ein fortreyt fyri, at tað yvirhøvur gevur meining hjá okkum at gera nýggjar avtalur um vaktarskipanir og aðrar skipanir, sum onkursvegna ávirka arbeiðstíðina og harvið eisini frítíðina hjá okkara limum.
- KAF vil tó ikki vita av nøkrum reglum at skilja ímillum arbeiði og frítíð, men nú hava vit í hvussu er havt høvi til at greiða limunum væl og virðiliga frá, hví vit halda tað hava so ovurstóran prinsipiellan og sanniliga eisini praktiskan týdning at fáa ásett greiðar reglur um hetta í sáttmálanum. Tað er mín kensla, at limirnir skilja týdningin og eru til reiðar at standa saman, og tað fast, um hetta kravið, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Missa pengar
Tað er heldur ikki so, at ongir pengar eru upp á spæl, tá tað um arbeiðstíðarreglur ræður, tí í felagnum eru tey sannførd um, at maskinmeistararnir hjá SEV missa nógvar pengar og avspáking, tí SEV umsitur vaktarskipanir, sum ongantíð eru góðkendar av Maskinmeistarafelagnum, og arbeiðstíðina annars í stríð við sjálvan sáttmálan.
Maskinmeistarafelagið fer nú undir at kanna vavið av hesum máli, sum felagið ikki er í iva um eisini fevnir um sáttmálabrot. Til endamálið hevur felagið fingið fulltrú frá meginpartinum av maskinmeistarunum á sáttmálaøkinum at biðja um innlit í skrásettu tímarnar hjá hvørjum einstøkum fýra ár aftur í tíðina, og hvussu tímarnir eru býttir á yvirtíð, vaktararbeiði við meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald