Ítróttur

Martin avloysir Jann

Jann Benjaminsen verður ikki tøkur til dystin móti Montenegro týskvøldið. Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein sent boð eftir Martini Agnarsson úr Aarhus Fremad

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-03-23 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir tepra 2-1 tapið fyri Kekkia leygarkvøldið skal føroyska manslandsliðið nú fult og heilt hugsavna seg um dystin móti Montenegro, sum verður týskvøldið.

Men landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein verður noyddur at gera eina broyting í føroyska hópinum.

Jann Benjaminsen, ið fekk ein snudd stutt fyri hálvleik ímóti Kekkia, og mátti lata seg útskifta, verður ikki klárur til dystin týskvøldið. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Martini Agnarsson úr Aarhus Fremad.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder