2023-03-26 08:47
Nú verður fíggjarlógin fyri 2023 skjótt endaliga samtykt, og til ein komandi Vestmannatunnil er 1 millión sett av. Hendan milliónin skal nýtast til at gera jarðfrøðisligu kanningarnar endaliga lidnar.
Men, tær kanningar sum Landsverk/Jarðfeingi er í gongd við, er ein linjuføring sum eitur Vestmanna - Kvívík.
Læt okkum nú líka minnast til, tað eru vestmenningar sum vilja hava nýggja farleið úr bygdini, og ikki kvívíkingar. Tað er bert ein minimalur partur av vestmenningum sum ynskja linjuføringina til Kvívíkar.
Vestmenningar vilja hava ein tunnil, sum er úr Vestmanna og til rundkoyringina í Leynum. Við hesari loysn er farleiðin til og úr Vestmanna tryggjað fleiri ættarlið fram í tíðina. Alt annað verður bert ein sokallað "lappaloysn", og tað er eingin áhugaður í. Vónandi verður lurta eftir tí ið fólki í økinum vil, og at man hevur lært av øðrum tunnilsætlanum sum td. í Hvalba, har rætta loysnin tíbetur at enda varð vald, eftir trýsti frá brúkarunum.
Spurningurin er nú, um tær milliónir sum higartil eru brúktar til tær jarfrøðisligu kanningarnar eru nýttar skilagott? ...... her má svarið eftir míni meting verða nei, tí hatta er jú IKKI tann linjuføringin sum helst um nøkur fá ár verður veruleiki.
Ístaðin fyri at fyrst at hava kanna og staðfest hvat í brúkarin ynskir, og síðani gerða hesar dýru kanningarnar, so hevur man gjørt beint tað øvugta. Man er fyrst farin at gerða kanningar, og hevur brúkt milliónir av krónum, men meinigi brúkarin á farleiðini er enn ikki spurdur, um hetta er tað tey ynskja.
Arbeiðs uppgávan sum Jarðfeingi nú í stundini má fara í gongd við, er at gera eina nýggja og endaliga rapport, har linjan er Vestmanna - Leynar. Hetta so, at tað ikki kemur at seinka tunnilsætlanini.
Kundu eisini hugsa mær at vita hvar boðini til Landsverk og Jarðfangi, um at gerða kanningar á hasum strekki, eru komnar frá? Tí má sum skjótast skjalfestast at linjan er millum Vestmanna og Leynar, so handan milliónin verður brúkt at kanna í tí økinum.
Stóri spurningurin her at enda er so, er 1 millión nokk at gera eina nýggja jarðfrøðisliga rapport? Eg vænti ikki. Eg vil tí eisini heita á Fíggjarnevndina, um at hækka upphæddina fyri 2023, so at nýggj jarðfrøðislig rapport kann gerðast sum skjótast.
Marner Joensen Heygatún 8 Vestmanna
Fólk eru eisini vælkomin at stuðla okkum, í FB bólkinum "Ja til Vestmannatunnil" https://www.facebook.com/groups/869688860901157/?ref=share_group_link
Ja til Vestmannatunnil | Facebook
Ja til tunnil til Vestmanna Eftir at hava bíðað í tolni yvir 20 ár eftir tunli til Vestmanna, eru vit komin hagar til, at ásannast má, at nú má okkurt henda. Tað er sera nógv ferðsla á vegastrekkinum millum Vestmanna og Leynar, og flest øll, sum búgva í økinum, vita um og hava royndir av, hvussu torført hetta vegastrekkið kann vera at ferðast í um veturin, tá farleiðin verður nógv órógvað av vindi, kavarokið og seyði. Íløga í ein tunnil millum Vestmanna og Leynar fer at hava við sær, at fólk, sum skulu til og frá bygdini - bæði arbeiðsfólk, skúlanæmingar og vinnan - fáa munandi betri umstøður at virka undir. Nóg mikið av arbeiðsplássum eru ikki í Vestmanna at nøkta tørvin hjá øllum borgarunum. Somuleiðis koyra onnur fólk dagliga til Vestmanna at arbeiða. Ein kanning, sum bókaverkið Trap Føroyar gjørdi í 2022 vísti, at á leið 300 fólk dagliga koyra millum Vestmanna og onnur støð, har tey arbeiða. Afturat hesum koma eitt nú ferðandi, skúlabørn og ítróttafólk. Hóast fólkatalið í Føroyum er vaksið nógv, so fáa vit ikki lut í hesum vøkstri. Føroyar hava síðstu 50 árini fingið nærum 16.000 íbúgvar fleiri, og Vestmanna er einans vaksin við 15 (FIMTAN!!!) persónum, og er hetta eina og aleina farleiðini at takka. Fyri góðum trimum árum síðani varð útstykking gjørd Uppi í Vestri til nærum 25 grundstykkir, men higartil er virksemi einans at síggja á 4 - 5 av hesum. Hetta er syrgiligt at verða vitni til. Støðan hevði eftir okkara tykki verið munandi øðrvísi, um ein tunnil longu var komin ella var í umbúna. Vestmenningar hava nú í tolni bíðað í yvir 20 ár síðan kommunan og ting- og landsstýrismenn í økinum á fyrsta sinni sendu áheitan til landsstýrið um tunnil til Vestmanna. Hetta tíðarskeiðið eru og verða umleið 10 tunlar boraðir, onkrir meira neyðugir enn aðrir, og nú má túrurin vera komin til okkara. Núverandi farleið millum Vestmanna og Leynar er øðrvísi og hættisligari á vetrartíð enn nógvar aðrar farleiðir, tí størsti parturin av teininum liggur so langt yvir sjóvarmálanum, har veðurlíkindini um veturin eru nógvar ferðir verri, enn niðri í láglendinum. Vit vilja eisini gera púra greitt, at tunnilsteinurin er úr Vestmanna til rundkoyringina við Vágatunnilin - einki annað verður góðtikið. Við hesari loysnini er farleiðin til og úr Vestmanna tryggjað fleiri ættarlið fram í tíðina. Undanfarna samgonga setti út í korti, at tunnilin til Vestmanna skal gerast áðrenn ein møguligur tunnil undir Gøtueiði. Hetta má ikki broytast! Og Dennis Holm: Vit fara heldur ikki at lata okkum lynda, at til dømis Suðuroyggin fær ein tunnil, áðrenn okkara er gjørdur!!!
Facebook
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald