Byrjað verður kl. 14.00 við at borgarstjórin setir dagin og Sørvágs Tónleikarafelag spælir.
Á degnum koma fólk, sum búgva í Gásadali, at selja stuttflutta og burðardygga vøru frá heystinum, til dømis: kjøt, seyðarhøvd, garnatálg rullipylsu og mangt annað. Eisini verða heimavirkaðar vørur at fáa.
Eingin nýtist at ganga svangur, tí Felagið Gásadalur selir kakao og bollar og eisini eru cafeeir har nógv spennandi úr føroyskari rávøru er at fáa.
Heimligar kreftir spæla tónleik ymsastaðni runt í bygdini, Bubu undirheldur børnunum og møguleiki verður hjá børnunum at ríða.
Øll tiltøkini eru ókeypis.
Veri vælkomin niðan í Gásadal til ein hugnaligan dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald