Mentan

Marianna Winter og Ragnar Finson útgeva nýtt staklag - Hesuferð sum duett

Onkuntíð tykist tað ógjørligt at flyta sínar kenslur yvir í orð. Tú sigur alt annað, enn tað tú meinar og skumpar viðkomandi frá tær, sum tú í veruleikanum bara vilt hava nær.

2025-10-10 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“Let Me Love You” snýr seg um hasar langu næturnar, har stovan bleiv ein tómur krígsvøllur. Kenslurnar eksploderaðu, orðini vórðu boygd og liggja nú spjadd sum patrónhylki.

So kemur løtan aftaná – tá støvið hevur lagt seg, stoltleikin hvørvur, og tit aftur eru klár at veittra við hvíta flagginum.

Marianna Winter og Ragnar Finsson hava skrivað og framleitt hendan sangin, sum breiðir seg út sum ein samrøða, har helvtin verður ítalusett og hin helvtin hugsað.

Nakni og viðbrekni sangurin lýsir hetta kaotiska samskiftið, sum kann uppstanda millum tveir persónar sum elska hvønn annan, men í sínu kjarnu, snýr hann seg veruliga um at geva seg. 
At síggja hin persónin, fyri tað hann veruliga er, og ikki fyri orðini sum koma út.

“Let Me Love You” er temasangurin fyri øll skeldaríini sum eru spurd burturúr ynskinum at bara vilja verða elskaður.

LMLU cover.png
Húsin: 
Gwenael Akira Carré Helmsdal hevur tikið myndina
Marianna Winter og Ragnar Finsson hava viðgjørt myndina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder