Politikkur

Margit Stórá á ársfundi í WHO fyri fyrstu ferð sum atlimur

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur verið á ársfundi hjá Heimsheilsustovninum, WHO. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar luttekur á ársfundinum sum atlimur, síðani Føroyar fingu atlimaskap.

2024-06-06 22:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Evnið á ársfundinum í ár var: “Alt fyri heilsu, heilsa fyri øll” (All for Health, Health for All). Nógv framstig eru hend á heilsuøkinum seinnu árini. Men enn hava fleiri av heimsins londum ymsar avbjóðingar á heilsuøkinum. Sum dømi kunnu nevnast, at í summum londum er heilsuverkið ógvuliga veikt, í fleiri londum er trot á heilsustarvsfólkum og fleiri ung uppliva sálarligar avbjóðingar.

Í kjalarvørrinum av koronafarsóttini hava londini í WHO arbeitt við at gera eina farsóttarætlan, so heimsins lond verða betri før fyri at handfara komandi farsóttir. Eftir ætlan skuldi farsóttarætlanin samtykkjast á ársfundinum. Men eftirsum arbeiðið við farsóttarætlanini ikki er liðugt enn, samdust londini um at leingja tíðarfreistina við í mesta lagi einum ári.

Ársfundurin í ár var eisini merktur av mongu humaniteru kreppunum í heiminum, m.a. í Ukreina, Gasa og Sudan. Á ársfundinum varð ført varð fram, at tað er týdningarmikið, at verja sivil fólk og tryggja teimum neyðugar heilsutænastur í kreppustøðum.

Tað er týdningarmikið, at Føroyar luttaka í samstarvinum í WHO, tí WHO er tann týdningarmesti felagsskapurin at vera partur av, tá tað snýr seg um heilsu, heilsukreppur og kreppustýring í tí sambandi. Fyri Føroyar er tað eitt stórt framstig at hava fingið atlimaskap í WHO. Nú kunnu Føroyar luttaka í hesum samstarvinum á stórt sæð jøvnum føti við limalondini í WHO. Hetta merkir m.a., at vit fáa beinleiðis kunning frá WHO, kunnu luttaka í arbeiðsbólkum undir WHO og vit hava fingið væl betri møguleika fyri at knýta sambond og samstørv við onnur lond í WHO.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

Í sambandi við ársfundin hjá WHO hevði Margit Stórá, landsstýriskvinna, fund við stjóran í danska Sundhedsstyrelsen. Á fundinum umrøddu tey ymisk mál, sum hava felags áhuga. Herundir tær avbjóðingar, sum eru fyri framman á heilsuøkinum bæði í Føroyum og Danmark, og hvussu londini arbeiða við at handfara avbjóðingarnar. Stjórin í Sundhedsstyrelsen kunnaði m.a. um, at í juni mánað fer ein serfrøðinganevnd, nevnd Strukturkommissionen, at handa innanríkis- og heilsumálaráðfrúuni eitt uppskot um, hvussu heilsuøkið í Danmark kann skipast í framtíðini.

Danski sendimaðurin í Sveis bjóðaði Margit Stórá til døgverða. Hann kunnaði yvirskipa um, hvørjum málum tey arbeiða við á sendistovuni. Margit Stórá kunnaði um heilsuøkið í Føroyum og teimum málum, sum hon arbeiðir við.

Meira kunning er at finna á heimsíðuni hjá WHO, sí World Health Organization (WHO).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder