Málið er megin
Tórbjørn Jacobsen
“Sløkk lortið”, er ein afturvendandi kvittan frá fólki, táið knarrað verður um tað, sum onkur heldur vera ringa standin í Kringvarpi Føroya – málsliga og innihaldsliga. Á sama hátt sum lands- og kommunalir myndugleikar fer kringvarpið, í almennum regi, altíð at vera ein óvard skotskiva fyri álopum úr lurtaraskaranum. Tað eiga tey, ið starvast á stovninum, ikki at taka so tungt, - góðska og kritikkur treyta hvørtannað, og hetta ber eisini boð um, at innast inni vita vit øll, at tjóðin var ein onnur, um Útvarp Føroya ikki var sett á stovn í 1957.
“Sløkk lortið”, kundi eisini verið sagt um tað føroyska málið. Tað var næstan sløknað, sum Matras professari tók til í 1958: “Í okkara øld hava yrkjarar, týðarar, blaðmenn og vísindamenn gjørt sín part til at ríka føroyskt mál, tað málið, sum Svabo helt onga framtíð at eiga.” Har kom ein romantisk tjóðskaparrørsla við málsliga dýrgripinum, kvæðunum, sum viðføri, og forkom okkum rationella og logiska møguleikan at gerast heimsborgarar við onkrum av heimsmálunum sum samskiftisamboði. Sluppu vit undan danskari tungu, tá hevði enskt helst verið fyrsta valið, kanska við týskum, fronskum, russiskum ella sponskum sum øðrum vali, vit skulu jú selja okkara vørur, og tá kann tað ikki vera annað enn ein fyrimunur, at vit málsliga eru á sama støði sum keyparin, um tað er rætt, at intelligensurin gerst lakari um tú stendur undir fyri mótpartinum í einari samskiftisstøðu.
Eitt mál er ikki annað enn eitt amboð, sum við ljóði flytur eini boð frá einum til onkran annan. Tí gevur tað absolutt onga meining, at sløk 55 túsund fólk tvíhalda um at gera sær gerandisdagin so tvørligan, at stórur partur av skúlatíðini fer til frálæru í føroyskum máli heldur enn á onkrum øðrum málum t.d. enskum, týskum, sponskum, russiskum ella donskum. Alheimsgerðin, okkara samskifti við umheimin, hevur fyri langt síðan yvirhálað skilvísi í at varðveita eitt pinkumál sum tað føroyska. Tað er onki at bíða við, málið doyr kortini. Mál falla sum flugur, og málgranskarar siga, at tað nú eru 7.300 mál eftir í heiminum, og við verandi deyðsferð verður helmingurin av teimum burtur um 100 ár. Tíggjunda hvønn dag hvørvur eitt mál, og roknað verður við, at bara 4%, av teimum, sum nú manna jørðina, tosa 96% av málunum, sum enn eru til. Tað er ein orsøkin til foykjanina.
Red Thunder Cloud var hin seinasti indiánin, sioux, sum dugdi catawba málið. Við sær í grøvina hevði hann catawba og eina mentan, sum fyri 2-300 árum síðan rakk frá kavaklædda canadiska markinum heilt suður til trivaligu skógirnar í Mississippi og frá stóru sjógvunum í Milwaukee vestur til Montana fjøllini í samríkinum USA. Hann doyði í 1996, og eg havi ikki hoyrt tað grett, at nakar gongur keddur og hugsar um, at hann tók eitt mál og eina heila mentan við sær í grøvina. Tað kann bara hava lætt um samskiftið í einum landi, sum frammanundan hevur tað ivaleysa trupult við hópin av málum frá fólki, ið eru flutt hagar úr ymsum heraðshornum jarðar.
Vit eiga møguleikan at gera tað sjálvi, at niðurleggja føroyska málið av praktiskum, rationellum og logiskum orsøkum. Alt hevði verið lættari og høgligari. Vit høvdu sloppið undan ringu samvitskuni av, at tvey ára gomul børn við høvdi og gørnum glíða inn í angelsaksisku sferuna í snildfonunum, høvdu sloppið undan at týtt føroysk orð og setningar handan skallabeinini, táið vit tosa við aðrar nationalitetir, vit liggja sum kunnugt altíð undir fyri øðrum málum, og okkara vinnulív hevði fingið eitt meiri altjóða snið.
Fyri ikki um at tala hitt fíggjarliga perspektivið. Nú landsgeirin formár sær lítið ímóti útreiðsluvøkstrinum, og tað gerst alt meiri trupult at fáa yvirkot á løgtingsins fíggjarlóg, høvdu vit vunnið fleiri hundrað milliónir við at niðurlagt Kringvarp Føroya, Føroyamálsdeildina, Bókamiðsøluna, avísirnar, Nám og allar frálærutímarnar í fólka-, framhalds- og miðnámsskúlum og hartil á Vinnuháskúlanum. Jonhard kundi annaðhvørt lagt virksemið hjá Sprotanum niður ella komið aftur í aftur í einum nýggjum hami sum apologetur – ella ørindadrongur - hjá Jeff Bezos. Ikki hissini rationalisering. Sparingar í ólukkumáta, ikki bara í einari syftu, men hvørt einasta ár.
Hendan hugsanin er veruliga rationel, logisk og praktisk. Trupulleikin er bara, at hon rennur seg frontalt inn í annan múr, tjóðskaparmúrin. Romantisku tjóðskaparrørsluna, sum flutti málið frá at vera ein einfaldur samskiftismiðil til at gerast eitt móðurmál. Tá gerast kenslurnar eisini ein avgerandi partur av høpinum, og tað fær meg at hugsa um orðini hjá amtslæknanum, skyldmanninum, Napoleon Nolsøe, sum í 1840 tók soleiðis til: “Og vil eg ikki firnast fyri at krevja ein og hvønn av mínum landsmonnum, sum hevur hjarta í lívinum, og unnar sínum móðurmáli og landsmonnum væl, at hjálpa til, so mikið hann kann, at fetta og goyma okkara gomlu tungu við sjálvur at leggja seg eftir at kunna lesa og skriva sítt móðurmál.” Ein ábending um tað sum seinri hendi, at málið gjørdist ein tjóðskaparligur dýrgripur.
Móðurmálið er bulurin undir mentanini, og saman eru hesi fyribrigdi infrastuktururin, sum stendur undir tí mesta, sum hendan tjóðin eigur. Tjóðskaparrørslan, fakfelagsrørslan og andaligu rørslurnar eru nakrir av motorunum, sum hava flutt Føroyar fram á leið, og hóast tað ikki er mátbært, so vil eg tvíhalda um, at málið er høvuðsmotorurin í okkara framtøku. Í 1540 týddu íslendingar tær heilagu skriftirnar, og sjálvsagt fekk hetta stóran týdning fyri grannatjóðina. Meiri enn 4 hundrað ár seinri, í 1949 og í 1961, koma føroysku týðingarnar, og tað er mítt uppáhald, at fáar hendingar hava havt størri týdning fyri føroyska málið enn júst hetta. Bókin, sum liggur á at kalla hvørjum náttborði, í hvørjum klæðssekki tá mynstrað verður og undir koddanum í hvørjari koyggju, er umframt átrúnaðin mesta átakið í málsliga undirstøðukervi tjóðarinnar.
Hoyrdi einaferð ein skúlalærara siga, uppi á loftinum í gamla tinghúsinum, at føroyskt mál var so trupult at læra. Tá kom mær til hugs, hvussu ymiskur pedagogikkur kann vera. Einaferð kom ein grønlendingur oman á bryggjuna í Narsaq og spurdi, um tað lá fyri, at hann kundi koma við okkum norður til Paamiut, tað var gamaní, og eftir at trossarnar voru loystir, standa vit báðir á svalanum – á brúgvarvonginum. Eg var fyrstur at taka orðið, og royndi sum frægast at spyrja hann um eitthvørt á donskum. Var ikki sørt skakkur, táið hann svaraði mær aftur á reinum føroyskum máli, enntá við norðoya dialekt. Hann var føddur og uppvaksin og hevði búð í Grønlandi alt sítt lív, men hann hevði verið nakrar saltfiskatúrar við onkrum av seglhúsbátunum yviri á Flamingjagrunni. Har, í egningarskúrinum, lærdi hann føroyskt mál. Nøkur ár seinri hendi tað sama við einum russiskum skipara, her á Skálafjørðinum, eg var loðsur og royndi sum frægast at tosa enskt við hann, - svarað varð aftur á føroyskum. Hann hevði verið skipari á einum russiskum togara, sum hevði verið til umvælingar inni á Skála í einar 8 mánaðir, og einsamallur millum skálamenn hevði hann brúkt tíðina til at læra seg føroyskt. Tí eru hesar undanførslurnar um, at føroyskt skal vera truplari at læra enn onnur mál tað reina humbukk. Tað snýr seg bara um hug og vilja, og kanska eisini um eitt forelskilsi í hendan dýrgripin, sum vit øll eiga.
Á bonaðu fjalunum verður javnan tosað um, hvussu týdningarmikið tað er at gera íløgur í verðsliga undirstøðukervið, tunlar, vegir og brýr, meðan lítið verður spjallað um at fremja bót og bata í meginstrukturin í samfelagnum. Málið og mentanina. Her má eitt umskifti koma, skal tjóðin hóra undan. Ætlanir mega stingast út í kortið í politisku sferuni, og nógv meiri fæ skal til, fyri at vit skulu megna at standa ímóti trýstinum uttaneftir.
Nú sita vit enn einaferð í hesum fræga skála, Løkshøll, og líta út yvir eitt mál, samrekingarmegina, sum millum fimm- og seksti túsund menniskju, av øllum, eru sett til at røkja. Hetta snýr seg samleikan, identitetin, sum er grundarlagið undir øllum. Málið og mentanin. Ósjónligi strongurin við nógvum kordelum, ið liggur latentur, sum ein meginás ígjøgnum hvørt hjarta og hvønn heila í okkara vælsignaða móðurlandi. Hetta er kraftin, sum ger, at fleiri enn 40 ættarlið hava megnað at búleikast í oyggjunum, og eru vit nóg hyggin í røktini av tí alra dýrabarasta vit eiga, so koma í hvussu er fleiri enn 40 ættarlið eftir okkum, sum her standa.
Táið søkt verður at grundvirðunum hjá eini tjóð, ressast kvinnur og menn úr sæti og standa tjóðini við lið. Komi at hugsa um Sisimiutráðstevnuna í 1970, táið danin Mogens Boserup mælti til at gera enda á grønlendskum máli, sum hann helt vera eina forðing fyri allari menning í Grønlandi. Hann var boðin við sum fyrilestrarhaldari, og táið ráðstevnan var liðug, takkaðu grønlendingar honum fyri ómakin, og journalisturin Ulloriannguaq Kristiansen handaði honum eina sømdargávu. Eina lítla kajakk við ongum skinni, ongum segli, eitt bert beinaræ. Og endasalutturin hjá kenda tíðindamanninum var: ”Grønlendska fólkið við ongum móðurmáli er sum ein kajakk við ongum skinni - ongari bólstring. Hetta er essensurin, sjálv kjarnan, hjá øllum tjóðum, øllum heimsins fólkum. Málið er megin.
Sagt við ynskinum um ein góðan fund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald