Tveir menn vóru 22. apríl 2022 dømdir í Føroya Rætti fyri at hava innflutt ávikavist uml. 12 kg og 19 kg av hashi í tíðarskeiðinum millum mai 2021 og oktober 2021 við tí fyri eyga,at selja tað víðari. Sambært ákæruvaldinum hava menninir eisini arbeitt saman við øðrum gerningsmonnum bæði í Føroyum og í Danmark.
Politiið hevur kannað málið síðani í fjør heyst, tá ein persónur, sum kom til Føroya við Norrønu, boðaði politinum frá, at ein magnetkassi, sum hevði verið fastmonteraður undir bilinum hjá honum, sannlíkt hevði ólógligt innihald. Viðkomandi visti ikki av, at kassin var monteraður, men greiddi frá, at møguligur gerningspersónur hevði roynt at fingið fatur aftur á kassanum. Magnetkassin var handaður politinum og vísti seg at innihalda uml. 2kg av hashi. Kanningarnar hjá politinum vístu, at hetta bert var ein av fleiri ferðum, at stórar mongdir av hashi yvir eitt longri tíðarskeið vóru innfluttar á henda ella líknandi hátt av óvitandi triðjaparti.
Niðurstøðan hjá Føroya Rætti í málinum var, at teir báðir menninir vóru sekir í at hava innflutt ávikavist 12kg og 19kg av hashi í tíðarskeiðnum millum mai 2021 til oktober 2021. Menninir vóru dømdir ávikavist 1 ár og 9 mánaðir og 2 ár og 6 mánaðir.
Ákæruvaldið staðfestir, at Føroya Rættur í høvuðsheitum hevur tikið undir við ákæruvaldinum og dømt menninar sekar. Ákæruvaldið metir tó at ásetta revsingin hjá øðrum manninum, sum var 1 ár og 9 mánaðar, er ov lin og hevur tí skotið málið móti tí manninum inn fyri Eystara Landsrætt við pástandi um hægri revsing.
Politikkur
Mál um innflutning av stórari nøgd av hashi skotið inn fyri Eystara Landsrætt
Ákæruvaldið hevur gjørt av at skjóta eitt mál um innflutning av hashi til Føroya inn fyri Eystara Landsrætt.
2022-05-04 17:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald